Lýsing

Fleiri flógvar hendur og meir innihald í gerandisdegnum á røktarheimum

Tey síðstu árini hava vit í familjuni verið avvarðandi og dagligir gestir í ymsum røktarheimum. Og eg má aftur og aftur staðfesta, hvussu ófør røktarstarvsfólkini eru. Tá tey avvarðandi ikki megna meir, er tað ein stórur lætti at vita, at man trygt kann lata professionel taka yvir. Hetta hóast starvsfólkini eru alt ov illa normerað og tað at røkta gomul og óhjálpin man vera eitt av teimum kropsliga tyngstu størvunum, ið finnast. Eg haldi slettis ikki at hesin starvsbólkur fær ta løn, ta virðing og tær arbeiðsumstøður, tey hava krav uppá.

So tørvurin á fleiri heitum hondum til røkt er stórur í eldratænastuni. Ì miðal er eitt starvsfólk pr 4 búfólk, men hetta eigur at broytast, soleiðis at man metir um hvussu røktartung búfólkini eru, og so normerar eftir tí. Summi hava tørv á hjálp til alt og summi klára heilt nógv sjálv.

Og so haldi eg eisini, at dagarnir ofta eru sera langir og tristir hjá nógvum búfólki, og tí er stórliga brúk fyri at hækka normeringina til at skapa innihald í gerandisdegnum. Fleiri tímar til ergo & fysioterapeutar og hví ikki aðrar starvsbólkar eisini, sum pedagogar ella onnur.

Hesi mál ætla vit í Tjóðveldi okkum at loysa.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad