Betri heimatænastu og eldrarøkt
Við størstu virðing fyri teimum, sum hava bygt og lagt lunnar undir okkara væl útbygda land, og sum nú treingja til frið eftir eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, fer Tjóðveldi at hjúkla um eldrarøktina og heimatænastuna. Teimum, eins og okkum sjálvum, ynskja vit sjálvsagt ein góðan aldurdóm. Jú, sanniliga skal tøkkin til teirra gevast við, at vit fara at styrkja um heimatænastuna. Eisini fara vit at veita fleiri tilboð, soleiðis at fólk kunnu vera verandi heima hjá sær sjálvum, uttan at vera bangin og óttafull. Eingin skal kenna seg einsamallan. Børn teirra, sum eru búsitandi uttanlands, skulu eisini vita, at foreldrini eru í góðum hondum hjá Tórshavnar kommunu.
Vit vilja styrkja og víðka Heimatænastuna. Vit vilja seta fleiri heitar hendur á ellis- og røktarheimini. Eins og vit vilja teimum, ið eru rakt av demens, heim og tilboð.
Tilboðini skulu verða fleiri, so tey gomlu kunnu velja sær tær tænastur, tey halda seg hava brúk fyri. Meðan fleiri standa á bíðilista, búgva eisini eldri fólk á røktarheimi, sum eru nóg væl fyri til at tey, við røttu hjálpini, klára seg heima nøkur ár afturat. Tí skulu vit styrkja Heimatænastuna. Nógvu og vælumtóktu fyribyrgjandi tilboðini, bæði kropslig, handalig og sosial, skulu gerast enn fleiri.
Okkara eldru borgarar hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi. Tí er eisini neyðugt beinanvegin at útvega fleiri íbúðir, vardar bústaðir og umlættingarpláss.
Tað er bráðneyðugt at útvega teimum, ið verða rakt av demens, heim og tilboð beinanvegin. Tørvur er á demensheimi, dagtilboði til fólk við demens, fleiri møguleikum til umlætting í styttri og longri tíð. Aðalmálið er at eisini fólk við demens kunnu vera heima sum longst og fáa neyðugu hjálpina har.
Mangan kann tað tykjast sum, soleiðis sum politiskar avgerðir verða tiknar og samfelagið innrættað, at hesir somu politikarar ikki sjálvir gerast gamlir. Hetta eru vit í Tjóðveldi tilvitað um, tí eyðkenni okkara er fjølbroytni, ið er ein fyritreyt fyri at tær røttu avgerðirnar verða tiknar. Vit fara at leggja okkum eftir og tillaga alla skipanina við heitum hjørtum. Akkurát soleiðis og eftir tí leisti, sum vit sjálvi ynskja okkum árini eftir arbeiðsmarknaðin og ellisárini.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur
Tjóðveldi