Snópisligt avrik í Steinagøtu
Tað var bæði hugvekjandi og snópisligt at hoyra samrøðuna við forkvinnuna í Blindafelagnum, Ruth Thomsen, í útvarpinum leygarkvøldið í sambandi við alheims dag teirra blindu.
Høvuðsboðskapurin var, atkomuviðurskiftini er størsti trupulleikin hjá blindum og sjónveikum í Føroyum.
Ruth Thomsen harmaðist í hesum sambandi um, at myndugleikarnir ikki í nóg stóran mun geva hesum viðurskiftum gætur í byggiverkætlanum sínum.
Sum feskasta dømið um hetta nevndi hon nýggja torgið í Steinagøtu í Havn.
Har vanta bæði leiðilinjur, varningsteigar, ið kunnu boða frá trappum og gonguteigum, og avmerkingar í glashurðum og -veggum, ið kunnu forða sjónveikum í at ganga seg inn í teir.
Forkvinnan í Blindafelagnum mælti staðiliga til, at myndugleikarnir heldur áðrenn enn aftaná taka felagið við upp á ráð, tá farið verður undir tílík arbeiði.
Hesa umbøn eiga politikarar og umsiting á Vaglinum at taka til eftirtektar, so sleppast kann undan tílíkum snópisligum endurtøkum í framtíðini.
Samstundis eigur alt fyri eitt at vera farið undir at bøta um óhepnu atkomuviðurskiftini hjá hesum bólki í Steinagøtu.
Betri atkomumøguleikar
Tjóðveldi vil virka fyri, at allir borgarar fáa lættari atkomu til miðbýin, handlar og almennar bygningar.
Hesir atkomumøguleikar fevna um rørslutarnað eins og hoyri- og sjónveik.
Kommunan eigur at seta í verk ein politikk fyri atkomumøguleikar og skipa soleiðis fyri, at øll – uttan mun til førleikar – ótarnað kunnu fáa somu tænastur og somu møguleikar.
Hetta er eisini galdandi, tá kommunan skipar ferðslu, parkeringsviðurskifti, busssamband, súkkluleiðir og lendisgøtur.
Sum fastur og natúrligur táttur í hesum arbeiði skulu feløg sum Blindafelagið sjálvandi takast við upp á ráð.
Leivur Hansen, valevni á Lista E