Lýsing

Nú má skil verða í

 

Vit hoyra tað dagliga. Sannur gravgangur er eftir at búseta seg í Klaksvík, men næstan ongi grundstykki eru tøk og sethús eru sjáldan til sølu í býnum.

 

Trupulleikin er bara, at hetta ikki passar.

 

Í vikuni gjørdi eg eina skjóta uppteljing av tøkum grundstykkjum, og hon vísti, at minst 40 tøk grundstykki eru í Klaksvík. Kommunan hevur áður gjørt eina stóra útstykking undir Grashjalla og Millum Hjalla, har minni enn helvtin av grundstykkjunum eru seld. Tí haldi eg tað vera eitt sindur løgið at vit gloyma hesa íløguna, fyri í staðin at seta eina nýggja stóra og dýra útstykkingarætlan í verk aðrastaðni í býnum. Í staðin haldi eg vit skulu raðfesta at skapa trivnað í økinum, so fleiri hava hug at seta búgv har.

 

Fjølbroytni ynskist 

 

Størsta avbjóðing okkara á bústaðarøkinum er at skapa fjølbroytni. Vit eiga at raðfesta soleiðis, at fólk kunnu velja ímillum at byggja ella keypa sær eini sethús, ella í staðin kunnu búgva eina tíð í leigubústaði.

 

Tað eru ikki øll, sum hava ráð til at taka 2-3 mió. kr. burturúr lummanum at fíggja eini sethús við. Stakir uppihaldarir hava slett ikki ráð til slíkt, og tað kann ikki verða meiningin at vit skulu reka hesar borgarar úr kommununi. Tí má Klaksvíkar kommuna ganga á odda, og byggja nakrar góðar, men bíligar kommunalar leiguíbúðir.

 

Slíkir leigubústaðir kunnu eisini koma teimum til góðar, sum velja at flyta til kommununa. Tá verður ikki neyðugt alt fyri eitt at gera íløgu í egnan bústað, og tað er júst hetta sum fær mangar familjur við ættarbondum hiðani at aftra seg frá at flyta heimaftur. Somuleiðis eiga vit at byggja nakrar kommunalar ungdómsbústaðir, so ungfólk, sum av fyrstan tíð flyta heimanífrá, eisini fáa nøkur góð tilboð í okkara kommunu.

 

Vit noyðast at viðurkenna, at verandi bústaðarmarknaður ikki megnar at lofta hesum bólkinum, og tí má kommunan traðka til. Ivaleyst er tað onkur í Havn sum vil siga, at ein kommuna ikki hevur loyvi til at føra ein slíkan bústaðarpolitikk. Men halda tey tað, mugu tey bara koma eftir okkum.

 

Rættstundis umhugsni 

 

Eg havi sjálvur verið við til at tikið undir við, at Klaksvíkar kommuna fer undir eina nýggja útstykking Uppi á Fossum. Men meira eg hugsi um tað, altsamt meira sannførdur verið eg um, at tað er ikki meira av tí sama, sum okkum tørvar. Lat okkum heldur brúka pengarnar til ta ætlaðu íløguna, til at gera tað meira liviligt í útstykkingini undir Grashjalla og Millum Hjalla. Brátt koma vit hartil, at neyðugt verður at byggja ein ella tveir nýggjar dagstovnar. Eg haldi tað er upplagt, at annar teirra verður lagdur nærhendis útstykkingini undir Grashjalla, har kommunan eigur nóg mikið av lendi. Bussleiðin koyrir til og frá økinum. Somuleiðis eiga vit at umhugsa at byggja leigubústaðir í tilknýti til økið.

 

Við hesum havi eg ikki sagt, at eg eri ímóti at gera útstykkingina Uppi á Fossum. Eg mæli bert til rættstundis umhugsni, har vit fyrst fáa fult gagn av eini íløgu vit longu hava gjørt, áðrenn vit gera eina av sama slagi aðrastaðni í býnum.

 

Samanumtikið haldi eg, at okkara stirvni bústaðarmarknaður er ein hin størsta forðingin fyri framburði í okkara lokalsamfelagi. Loysnin er ikki meira av tí sama, men heldur at hugsa nýtt. Og so eiga vit sjálvandi eisini at fáa sum mest burturúr teim íløgum, sum longu eru gjørdar.

 

Jóhann Lützen, býráðslimur

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad