Lýsing

Valagn ella varandi loysn?

Avvarðandi hjá yngri sjúklingum við demens vilja av góðum grundum hava trygd fyri, at nýstovnaða dagtilboðið hjá Tórshavnar kommunu til hesar sjúklingar ikki bert er valagn, men ein varandi loysn.

Kommunan setti í síðstu viku dagtilboð á stovn sum úrslit av einum pallborðsfundi, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í síðsta mánaða, har álvarsama støðan hjá hesum bólki varð viðgjørd.

Sjúklingar við demens undir 67 ár og avvarðandi teirra kenna seg sleptan upp á fjall av landi og kommunum, tí hvørgin parturin sigur seg hava ábyrgdina av teimum.

Á fundinum lovaði forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá kommununi at taka málið upp við lyfti um beinanvegin at seta fyribils dagtilboð á stovn, meðan roynt varð at finna eina endaliga loysn á málinum saman við landinum.

Hetta vísti seg tó at vera lættari sagt enn gjørt, tí á fundinum í trivnaðarnevndini varð ivi reistur um, hvørt hetta yvirhøvur var ein kommunal uppgáva.

Í skrivi úr New York dagin eftir gjørdi borgarstjórin sum formaður í Kommunufelagnum greitt, at “Almannaverkið sambært Markamótsskjalinum frá 30. mai í ár skal samskipa tænastuna (mótvegis hesum borgarum), til ein varandi loysn er funnin.”

Í síðstu viku brast tó fyri nev, helst sum avleiðing av, at Tórshavnar kommuna ikki vildi standa aftanfyri aðrar kommunur, sum uttan nakað roks hava sett slíkt tilboð í verk til sínar yngri sjúklingar í somu støðu.

Tilboðið her í kommununi er tó bert galdandi til nýggjárs.

Spennandi verður tí at frætta, hvat Javnaðarflokkurin ætlar á hesum øki, tá hann í morgin fer at kunngera valskrá sína til býráðsvalið – um hann tá fer at veita trygd fyri, at hetta ikki bert er ein fyribils, men varandi loysn.

Í Tjóðveldi halda vit tað vera bráðneyðugt at útvega teimum, ið verða rakt av demens ella aðrari sjúku, sum ger tey óhjálpin, heim og tilboð.

Tørvur er á heimi, dagtilboði og fleiri møguleikum til umlætting í styttri og longri tíð.

Aðalmál okkara er, at eisini fólk við demens kunnu vera heima sum longst og fáa neyðugu hjálpina har.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad