Perlan í Norðuratlantshavi
Tað er hugaligt sum umboð fyri Tjóðveldi at bjóða seg fram til býráðsval í Føroya størsta býi.
Tórshavnar kommuna er landsins størsta við teimum flestu íbúgvunum og flestu skattakrónunum.
Hon hevur serliga skyldu at veita bestu tænastur og vera framsíggin á øllum økjum.
Moderniteturin í Føroyum sprettur úr Tórshavnar kommunu, og her virka vit fyri fólkaræði, javnrættindum og nýskapan.
Vit eru perlan í Norðuratlantshavi, sum forvitin ferðafólk síggja fyrst, tá ferðamannaskip í stórum tali koma til býin.
Vit geva fegin pláss fyri fólkum uttaneftir og hjálpa teimum á leið í okkara samfelag.
Vit geva pláss fyri nýggjum vinnum, handlum, veitingarstøðum og nýbrotum annars, so trivnaðurin verður í hásæti.
Vit stuðla upp undir eitt ríkt mentanarlív, sum alsamt mennist á øllum mótum.
Vit hava eitt virkið lestrarumhvørvi við støðugt fleiri lesandi og einum nýggjum
miðnámsskúladepli í gerð.
Vit hava eitt virkið ítróttalív fyri allar aldursbólkar við góðum breytum og hølum, sum alsamt verða ment.
Børnini og tey ungu eru framtíðin, og teimum verða vissaðir bestu møguleikar at mennast á dagstovnum, í skúlum og í frítíðini.
Vit hava eisini ábyrgd av teimum, sum eru komin upp í árini og tørva
heimatænastu, umlætting og røktarheimspláss.
Vit eru fólk í øllum aldri í býi og bygdum, sum hava spennandi nattúru, søgu og upplivingar.
Tórshavnar kommuna veksur og mennist hvønn dag. Okkara skylda er at umsita hesa perluna við góðum skili og røttum stigum í tøkum tíma.
Seta 10-tals milliónir av
Tí bjóða vit okkum fram við eini valskrá undir herrópinum “Fólkið fyrst og fremst.”
Á tíðindafundi mánadagin greiddu vit býráðslimir saman við øðrum valevnum hjá Tjóðveldi frá trimum teimum ovast raðfestu málsøkjunum, eldraøkinum, dagstovnaøkinum og bústaðarøkinum.
Um eldraøkið varð sagt, at Tjóðveldi vil játta 10 milliónir krónur eyka til eldraøkið til tess at fáa fleiri flógvar hendur til arbeiðis í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimunum.
Í dag er eitt starvsfólk fyri hvørjar fýra brúkarar. Flokkurin vil tryggja, at eitt starvsfólk nú verður um hvørjar tríggjar brúkarar.
Tjóðveldi vil eisini játta 10 mió. kr. eyka til dagstovnaøkið til tess, at pedagogarnir í framtíðini fáa longri tíð saman við tí einstaka barninum. Tjóðveldi vil seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðåini fyri allar dagstovnar og hækka normeringina.
Fremsta treyt fyri verandi og komandi borgarum í Tórshavnar kommunu er, at tey hava møguleika at seta føtur undir egið borð.
Tjóðveldi fer at bjóða landsstýrinum, Bústøðum, fakfeløgum, pensjónsgrunnum og øðrum áhugaðum íleggjarum til samstarv um at loysa bústaðarmálið.
Fólkið má setast fram um betongið í næstu býráðssetu, og Tjóðveldi tryggjar, at so verður.
Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi