Lýsing

Reingerð natúrligur partur av heimatænastuni

 

-Havið reingerð til heimabúgvandi eldri við í pakkanum!

Nú kommunuval nærkast og allir flokkar lova ábøtur á eldraøkinum, m.a. í heimatænastuni, eru fleiri áhugaverdar viðmerkingar komnar frá borgarum um viðurskiftini á hesum øki, m.a. á Facebook.

Ein teirra er frá Turið Jacobsen, ergoterapeuti, sum vísir á týdningin, reingerð hevur fyri heimabúgvandi eldri.

Hon mælir staðiliga til, at reingerð verður tikin við sum partur av heimatænastuni.

Sambært henni eru Føroyar einasta norðurland, sum ikki veitir reingerð til heimabúgvandi eldri.

-Júst reingerð kann vera røktarheimsfyribyrgjandi á ymiskan hátt, m.a. tí at vantandi reingerð nívir fleiri eldri sálarliga, so at tey ikki orka at búgva í egnum heimi, vísir hon á.

Ein viðmerkjari á somu síðu undrast á, hvat ið er hent á hesum økinum, tí tá hon arbeiddi sum heimahjálp fyri nógvum árum síðani, ruddaðu tær, vaskaðu, høvdu fólk í bað og tíð til prát og hugna.

Men hetta er síðani alt vorðið strikað sum lið í sparingum!

Turið Jacobsen eftirlýsir eisini einari kanning av, hvat heimabúgvandi eldri í ymisku kommununum hava tørv á fyri at kunna búgva í egnum heimi, og í hvønn mun “standardtænasturnar”, sum tey fáa, svara til teirra tørv og ynski.

Hetta er avgjørt eisini vert at hava í huga hjá teimum, ið fara at mynda næsta býráð.

Tjóðveldi er sum fyrr nevnt til reiðar at seta 10 miljónir krónur eyka av til at styrkja heimatænastuna og økja normeringina á ellis- og røktarheimum.

Stendur tað til okkum, skal hetta eisini fevna um reingerð til heimabúgvandi. Reingerð eigur at vera ein sjálvsagdur og natúrligur partur av heimatænastuni í framtíðini.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad