Portur okkara til útheimin
Sum høvuðshavn landsins er Tórshavnar havn portur okkara til útheimin.
Við hesum fylgir ein stór skylda til allatíðina at hava eitt vakið eyga við tí, ið rørir seg innan nýtíðar havnarvirksemi, so havnirnar í kommununi altíð eru brynjaðar og førar fyri at veita tær tænastur, ið kundarnir hava tørv á.
Tórshavnar havn er tíbetur væl fyri fíggjarliga og sostatt før fyri at lúka hesa stóru avbjóðing.
Fyri framman stendur ein stór havnarútbygging, sum fer at nøkta tørvin næstu 15-20 árini.
Uttan mun til um vit eru samd ella ósamd í spurninginum um, hvørt rætt er at útbyggja verandi havn heldur enn at byggja nýggja havn aðrastaðni í kommununi, so er tað tó ein sannroynd, at tað er í tøkum tíma, at útbygt verður.
Nógvar vitjanir
Umleið hálvtfjórða túsund skip vitja á Havnini um árið í ymsum ørindum.
Talan er um alt frá farma- og ferðafólkaflutningi innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring.
Í fjør fóru 650.000 tons av vørum um kaikantin í Havn. Uppskipað vórðu 376.000 tons, meðan 268.000 tons vórðu avskipað.
Harumframt vóru 22.000 tons í transitti.
Skipini, ið koma higar, eru fleiri og størri í vavi enn fyri bert fáum árum síðani – og hetta fer eisini at verða gongdin í framtíðini.
Nýggju skipini stinga eisini djypri og djypri, og hesum noyðast havnirnar at laga seg eftir, skulu tær framhaldandi vera kappingarførar.
Fleiri skip til bryggju
Tá útbyggingin av Tórshavnar havn er liðg í 2019, kunnu skip, ið stinga 15 metrar, sleppa at bryggju her. Sum er kunnu bert skip, ið stinga í mesta lagi 10 metrar, leggja at Molanum.
Hetta merkir, at eisini stóru ferðamannaskipini, ið sum er noyðast at liggja fyri akkeri á reduni, í framtíðini kunnu sleppa til bryggju.
Umframt at hetta fer at gera tað høgligari fyri ferðafólkini og tey, ið hava sítt dagliga yrki á havnarøkinum, kemur eisini munandi meira í havnarkassan við at skipini koma til bryggju.
Hetta fer sum vera mann at gera Tórshavnar havn upp aftur betri føra fyri at kunna lúka framtíðarkrøv.
Fjølbroytt virksemi
Virkisøkið hjá Tórshavnar havn fevnir ikki bert um havnarlagið í Havn, men øll havnaløgini í kommununi, tvs. eisini á Oyrareingjum og Langasandi í Kollafirði umframt allar bátahylarnar innanfyri kommunumarkið.
Sostatt hava starvsfólkini hjá Tórshavnar havn ríkiligt at síggja til.
Nógv útlendsk skip nýta eisini Nólsoyarfjørð, Kollafjørð og Sund sum umskipingarhavn.
Í Kollafirði verður frystur fiskur lagdur á goymslu til víðari flutning.
Nógv avleitt arbeiði stendst av hesum. Skipini fáa umvælingar gjørdar, eins og tey proviantera og skifta manning.
Eisini ampar
Rætt skal tó vera rætt. Alt er ikki bara ljósareytt. Ampar standast eisini av havnarvirksemi, treyðugt so.
Tildømis frættist stundum um kærur um óljóð og dálking.
Hetta eru trupulleikar, sum sjálvandi eiga at verða tiknir upp og bastir í mest møguligan mun.
Sum fyrrverandi nevndarformaður í Tórhavnar havn veit eg, at har verður arbeitt miðvíst við at minka um hesar trupulleikar.
Hugaligt var í hesum sambandi at hoyra havnarmeistaran siga herfyri, at umhugsað verður at veita skipum streym av landi í framtíðini.
Hetta fer at gera stóran mun, vísa royndir aðrastaðnis frá.
Tjóðveldi tekur undir við, at havnirnar í kommununi áhaldandi verða nýtíðargjørdar.
Í hesum viðfangi leggja vit tó dent á, at gerast skulu nágreiniligar kanningar av øllum møguleikum við virðing fyri umhvørvi, fólki og søguni.
Leivur Hansen, valevni á Lista E