Lýsing

Vinnumenning, íverksetan, hægri lestur og gransking savnast frá Debesertøð og niðan á Frælsið

Eitt ungt samfelag er eitt sunt samfelag, og bæði kommunan og samfelagið hevur tørv á gransking og vitanarskapan, so nýggj størv kunnu skapast. Tí skal Tórshavnar Kommuna seta sær høg mál og vilja verða altjóða lestrarbýur, har bæði føroyingar og útlendingar hava hug at lesa og granska. Til tess krevst eitt sterkt og savnað granskingar- lestrar – og íverksetara umhvørvi. Í dag er gransking spjødd út á fleiri smáar stovnar, Setrið húsast á 10 ymsum adressum og eingi felagsøki eru til lesandi og starvsfólk.

Mentamálaráðið hevur fingið tvey álit, ið greitt mæla til, at savna gransking og hægri lestur á einum stað. Tann seinna frágreiðingin, sum varð handað í summar, vísti á økið frá Debesartrøð og niðan á Frælsi, sum tað best egnaða at savna virksemið. “Setursøkið eigur at verða ein merkisstaður við stórari atdráttarmegi, eitt savnandi umhvørvi, ið dregur býin, samfelag og vinnulív til sín”, verður m.a. sagt í frágreiðingini.

Kommunan hevur allan áhuga í at skapa grundarlag fyri størri vitanarskapan, góðum lestrarumstøðum og einum sterkum íverksetaraumhvørvi. Tí eigur kommunan framhaldandi at virka fyri, at økið frá Debesartrøð og niðan á Frælsið verður sett av til hetta virksemi. Tá landssjúkrahúsið er liðugt útbygt niðri við sjóvarmálan, verður nógv pláss og nógvir fermetrar tøkir á Eirargarði. Har eiga framtíðarætlanir at leggjast um at skipa lestarbústaðir og annað virksemi knýtt at nýggja universitetskampusinum á Frælsinum.

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad