Lýsing

Meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum

Vit skulu taka okkum væl av øllum borgarum í Tórshavnar kommunu. Kanska týdningarmesta málið hjá komandi býráði er at lofta eldraøkinum og dagstovnaøkinum. Vit eiga at hugsa bæði um starvsfólkini og brúkararnar. Uppgávan er rætt og slætt at vit mugu tryggja meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum á báðum økjum. 

Eg tosaði við eina unga kvinnu nú ein dagin. Hon er sjúkrasystur og arbeiðir á ellisheimi her í Havn. Hon greiddi mær frá, at arbeiðsbyrðan er vorðin alt ov stór hjá starvsfólkunum. Tey mugu renna skjótari og skjótari. Tað merkir eisini at tey hava minni og minni tíð til umsorgan og aktivering. Tað merkir at okkara eldru sita størri og størri part av degnum uttan menniskjaligan nærleika og uttan nakað at takast við. Hetta ber snøgt sagt ikki til, og tað kunnu vit hvørki bjóða starvsfólkum ella búfólkum. Okkara uppgáva sum politikarar verður at lyfta arbeiðsbyrðuna á longu sperdu starvsfólkunum. Vit skulu seta fleiri starvsfólk á ellis- og røktarheimini, og tryggja at vit koma upp á eitt nøktandi støði, har vit geva okkara eldru innihald og eitt virðiligt, virkið lív á ellisárum. Tíð skal vera til umsorgan, ein gongutúr, røkt og prát. Tí vil Tjóðveldi seta 10 milliónir krónur eyka av til millum annað at seta fleiri fólk á ellis- og røktarheimunum.

Vit hoyra javnan um somu søgu í barnagørðum og vøggustovum, har námsfrøðingar greiða frá, at tey ikki hava nóg nógva tíð til hvørt barnið. Í Tórshavnar kommunu eru í dag 10,5 starvsfólkatímar settir av til hvørt barnið á vøggustovu um vikuna, 6,2 starvsfólkatímar til hvørt barn í barnagarði um vikuna. Hetta merkir í roynd og veru, at hvørt barnið í vøggustovu bara eigur at fáa 10,5 tímar um vikuna av 1-til-1 kontakt við ein námsfrøðing um vikuna. Og tað er enntá íroknað fyrireikingartíð, samskifti við foreldur og annað. Tað eru hesar tímarnar, vit í løtuni seta av til at stimbra og skapa okkara børn. Starvsfólkini hava ov nógv børn at ansa og ov lítla tíð til hvørt barnið. Tá er ikki tíð til annað enn at “ansa” børnum. Og tað er ikki tað, vit ynskja av okkara dagstovnum.

Av tí sama er eisini trupult at fáa starvsfólk at støðast á dagstovnunum, og tá starvsfólkini ikki trívast, so sigur tað seg sjálvt at børnini heldur ikki fara at trívast. Næstan hvønn mánað verður skift út millum starvsfólkini. Hvønn mánað eitt nýtt fólk at fyrihalda seg til. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til! Tað kunnu vit hvørki bjóða starvsfólkum ella okkara børnum.

Okkara uppgáva er her, eins og á eldraøkinum, at tryggja at tað verður tíð til innihald og umsorgan á okkara dagstovnum. At námsfrøðingarnir hava tíð at leggja gerandisdagin hjá børnunum og fyrireika ein stimbrandi og mennandi gerandisdag, hava tíð til at eygleiða einstaka barnið og hvussu tað mennist. At tey hava tíð til námsfrøðiliga eftirmeting av virkseminum. Tað eru hesi tingini, vit vilja skapa betri rúm til. Og tí seta vit 10 milliónir krónur eyka av til dagstovnaøkið. Tað er tí, vit vilja seta ein hálvan starvsfólkatíma afturat til hvørt barnið hvørja viku.

Hetta hevur kolossalan týdning, tí tað er okkara uppgáva – politikararnir – at tryggja at okkara eldru hava eitt virðiligt, virkið og gott lív á ellisheimi við nógvum aktivitetum. Júst sum tað er okkara uppgáva at tryggja, at okkara børn ikki bara verða ansað, men eisini fáa nærleika, umsorgan og ikki minst alla ta stimbran, tey hava tørv á, so tey kunnu mennast sum tey skulu. Starvsfólkini gera eitt ótrúliga gott arbeiði og renna fyri lívinum. Tað er okkara uppgáva at lyfta teirra arbeiðsbyrðu.

Tráin Petursson Nónklett,
Valevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar kommunu

Tráin Peturson Nónklett

Deil hesa grein umvegis
468 ad