Lýsing

Fjaldir dýrgripir skulu brúkast í ferðavinnuni

 

Visti tú, at vit eiga tvær víkingatoftir í Klaksvík? Og visti tú, at onnur teirra liggur mitt í okkara náttúruperlu, í viðarlundini úti í Grøv?

Fáa vit víkingatoftirnar undan kavi aftur, kunnu hesar blíva til ein sannan mentanardýrgrip. Og víkingatoftirnar kunnu eisini fáa ómetaliga stóran týdning fyri okkara lokalu ferðavinnu.

Vit eru well fyri ferðavinnuna

Seinastu árini hava vit fingið fleiri rættuliga ítøkilig prógv fyri, at Norðoyggjar eru áhugaverdar í ferðavinnuhøpi. Stór og glæsulig ferðamannaskipi hava javnan vitjað norðuri í Ánunum. Ferðafólkini haðani hava forvitnast kring Klaksvíkar bý og notið tann blíðskap, vit hava dugað so væl at víst teimum. Og aðrir gestir uttanífrá eru áhugaðir í okkara framúr vøkru náttúru, og leggja nógv fyri til tess at uppliva hana.

Felags fyri flest øll ferðafólk nú á døgum er, at tey leita sær eftir upplivingum og fegin gjalda fyri hesar. Avmarkað er, hvussu nógvum tinganestum pláss er fyri í kuffertinum ella taskuni. Nýggjar upplivingar fylla einans á myndatólinum og í minninum. Avbjóðingin hjá okkum er at gera kommununa enn meira spennandi hjá ferðafólki. Tað skal gerast á ein slíkan hátt, at hetta bæði verður til gagns fyri fólkið á staðnum og fyri lokalu ferðavinnuna.

Longu nú, eru sólskinssøgurnar mangar. Kópakonan í Mikladali hevur gjørt Kalsoynna somikið áhugaverda, at Strandferðslan og Bygdaleiðir illa klára at fylgja við. Lokalar eldsálir eru farnar í holt við at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, sum verður ein sonn perla fyri allar Norðoyggjar. Og virksemið í Klaksvíkshandlinum er eisini eitt gott kjølfesti fyri bæði ferðafólk og lokala mentanarlívið. Men veruleikin er tann, at vit kunnu menna lokalu ferðavinnuna nógv meira, um vit gera brúk av teim fjaldu dýrgripunum hjá okkum.

Tvær víkingatoftir

Kanska eru tað ikki so nógv, sum eru greið yvir tað, men her í økinum eru í hvussu so er tvær víkingatoftir, sum báðar liggja við Borðoyavík.

Onnur liggur niðri í Toftum, skamt frá bátahylinum. Mær er fortalt, at toftin hoyrir til Uppsalabýlingin, og at hetta helst er fyrsta búsetingin hjá teimum, sum seinni fluttu niðan á Uppsalar at búgva. Ein útgrevstur er longur gjørdur Niðri í Toftum, og her eru funnar leivdir eftir búseting samanhangandi heilt aftur til tíðliga í víkingatíð. Grevsturin er ikki tíverri heilt liðugur, tí fornminnamyndugleikarnir í Havn steðgaðu honum orsakað av peningatroti.

Hin toftin stendur úti í Grøv, mitt í okkara vakurt plantaða frílendi. Tey flestu siga, at húsatoftin skal vera úr miðøldini, men eg skilji á lagnum, at semja kortini ikki er um hetta. Summi fakfólk halda nevniliga fyri vist, at ein víkingatoft liggur niðriundir húsatoftini, og niðanfyri gomlu gøtuna út á Norðoyri ímóti sjóvarmálanum eru toftir eftir neystum og eini rætt. Ein mylla hevur eisini staðið í økinum. Samanumtikið eru hetta nøkur sera spennandi mentanarminni, sum bara bíða eftir at gera gagn fyri okkum øll.

Soleiðis skapa vit virði fyri øll

Tað er púra upplagt, at vit skulu gera nakrar íløgur í hesi fjaldu mentanarminnini. Kommunan eigur at byggja eitt víkinga-vitjanarstað, eins og gjørt er nógva staðni uttanlands, í tilknýti til mentanarminni. Vitjanarstaðið kundi verið bygt í tilknýti til økið úti í Grøv.

Í fyrsta umfari eigur útgrevsturin niðri í Toftum at gerðast liðugur, og er so lítið av pengum til í Havn, má bera til hjá okkum lokalu at finna fíggingina. Úrslitini frá útgrevstrinum skulu sjálvandi sýnast fram á vitjanarstaðnum. Harnæst eigur at verða gjørd ein ætlan fyri útgrevstri úti í Grøv, har tað kanska liggur ein landnámsgarður og goymir seg niðri undir svørðinum. Slíkt er sjálvandi ein langtíðarætlan, har tað einans verður grivið um summarið. Men tað eigur at verða gjørt á ein slíkan hátt, at fólk hava atgongd til økið, og kunnu fylgja við í grevstrinum. Eg síggi eisini fyri mær, at vit gera onkrar av gøtunum Úti í Grøv av nýggjum, so tað verður ómakaleyst hjá rørslutarnaðum at brúka økið.

Eg skal leggja áherðslu á, at hesi hugskotini á ongan hátt skulu skiljast sum ein kapping við tann endurreista garðin hjá Nólsoyar Páll. Tað er ein fantastisk ætlan, sum kommunan skal veita sín fulla stuðul til. Tá garðurin og útgrevsturnir eru lidnir og víkinga-vitjanarstaðið stendur liðugt, eiga vit nakrar mentanarperlur, sum ikki finnast aðrastaðni í landinum. Hesar fara uttan iva at hála nógv ferðafólk til sín, eins og tær verða til stórt gagn fyri okkum lokalu.

Ætlanir sum hesar hava einans vinnarar og ongan tapara. Fellur tað mær í lut at gerast partur av komandi býráði, er hetta nakað, eg fari at arbeiða við at fáa gjørt til veruleika.

 

Jóhann Lützen, býráðslimur

 

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad