Musikkskúlin – langt millum orð og gerð
Hetta skrivaði forkvinnan í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs í grein 15-04-2014:
“Tórshavnar musikkskúli verður ikki vallyfti eina ferð afturat – tí áðrenn næsta býráðsval er hann liðugt bygdur. Tað liggur fast, at farið verður undir at byggja nýggjan musikkskúla í Havn nú. Og sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at fylgja hesum máli, líka til skúlin stendur liðugur.” (Brot úr grein í Norðlýsinum).
Nú – hálvttriðja ár seinni – er skúlin framvegis ikki boðin út. Ja, hvat skal mann halda um slíkar orðloysingar? Og so bjóða tey seg Guð-hjálpið-tú-mær fram aftur at stýra býnum eina setu aftrat!
Nei, nú er well. Her má og skal vend koma í!
Leivur Hansen, valevni á Lista E