Lýsing

Vestara bryggja og vinnuliga virksemið

Hesa býráðssetuna kom Vestara bryggja av álvara í skotmálan, tá partar av býráðnum ætlaðu at gera baðiland, rusjibanar og vælverustovur á gamla Bacalao.

Ikki minni var gleimurin, tá summi eisini ætlaðu at gera býráðssal uppi í sjálvari saltsiloini. Tú kendi teg næstan vera lendan í sjálvum Bábylon eina løtu.

Ætlanirnar bóru brá av at vera lítið umhugsað upplop, og tær duttu eisini niðurfyri. Tíbetur, halda mong havnarfólk, tí vinnuliga virksemið á Vestaru bryggju er umfatandi.

Eitt nú arbeiðir fitt av fólki á Landingarmiðstøðini. Gleðiligt er at síggja, at gongd aftur er í fiskaarbeiðinum, at virksemi er javnt og samt á skipasmiðjuni MEST, og at gongd allatíðina er í trolframleiðsluni hjá Vónini. Oljufeløgini ríka eisini um virksemið.

Tilsamans er talan um eini 300 starvsfólk á Vestaru bryggju.

Føroya høvuðstaður eigur at hava eitt virkið vinnulív, sum eisini fevnir um okkara høvuðsvinnu. Havt eigur at verða í huga, at ein fiskivinnunýskipan stendur fyri framman. Ein av málsetningum, sum arbeitt verður við, er, at sum mest av virðisøkingini kemur til góðar á landi.

Veit, at fleiri arbeiðarafeløg hava tað sjónarmið, at so nógvur fiskur sum gjørligt skal upp á land í Føroyum. Verða tílíkar ásetingar í nýggja fiskivinnupolitikkinum, er neyðugt at hava eitt væl skipað havnarlag sum havnarlagið á Vestaru bryggju tøkt til økt virksemi.

Tí var gott, at økið ikki varð tikið til baðiland og hitapottar herfyri. Betri og rìkari er, hóast alt, at síggja stór sum smá skip arbeiða við bryggjurnar og áhaldandi sigla inn í og út úr havnini. Tað eru hugalig tekin um lív og fyritakssemi, sum eru so neyðug fyri góðan trivnað.

X við E

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad