Lýsing

Rættvísur skattur

“Øll uttan Tjóðveldi lova skattalætta”, skrivar Sosialurin í oddagrein í dag og sipar til vallyftini hjá flokkunum upp undir kommunuvalið 8.november.

Støða Tjóðveldis til skattalætta er púra greið: Vit eiga at taka sum minst av tí, sum borgarans er, til at tryggja øllum borgarum neyðugar og hóskandi tænastur.

Tað er rættvísur skattur.

Rættvísur skattur er at nýta skattapengarnar við skili og ikki oyðsla.

At nýta skattapengarnar við skili merkir betri planlegging av íløgum og langtíðarætlanum, betri eftirlit við kommunalum verkætlanum og fleiri íløgur, tá stígur kemur í búskapin.

Á henda hátt tryggja vit, at vit bæði hava ráð til at seta fólkið fremst og gera neyðugar íløgur.

Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk, men tørvurin á íløgum í borgaran og betri tænastur er stórur.

Skulu vit lyfta eldraøkið og dagstovnaøkið, er valla stórvegis rúm fyri skattalætta eisini.

Heldur inntøkuvøksturin fram komandi árini, hyggja vit fegin nærri at skattaprosentinum.

Beint nú seta vit betri tænastur og fleiri heitar hendur til ung og gomul fram um beinleiðis skattalættar.

So skuldi tað verið skorið út í papp.

X við E.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad