Stinkar í Havn, tí tað stinkar at tosa um kloakkir
Elin Lindenskov segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at kloakkviðurskiftini ikki vóru dagførd í Tórshavnar kommunu, tí at tað ikki er áhugavert hjá politikarum at tosa um hesi viðurskifti. Tað er alvorligt, at so týðandi og átreingjandi mál ikki verða viðgjørd, tí tey eru ov keðiligt at fáast við… Av tí sama stinkar tað nógvastaðni í Havn, tí at tað stinkar at tosa um kloakkir.
Heilt stutt er spillivatn alt sum fer niður í vesikummuna og vaski. Spillivatnið kann m.a. innihalda bakteriur og virus og kemisk evni frá húsarhaldinum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein stórur umhvørvistrupulleiki at sovorðin evnir renna út í okkara áir.
Tað er sjálvandi stuttligari at gera nýggjar verkætlanir – og tað er eisini neyðugt – men vit noyðast at orðna grundleggjandi viðurskiftir, sum liggja á láni.
Eg bleiv kløkkur av at hoyra, at Tórshavnar kommuna er ein av teimum kommunum, sum er heilt aftarlaga í Føroyum, tá ið tað kemur til kloakkviðurskiftini. Hetta hongur ikki saman við úttalilsum og ætlanum um at vera ein grønur býur. Spillivatn er dálkandi fyri umhvørvið og skapar ein vemmiligan lukt nógvastaðni.
Ein so fyrisitingarliga og fíggjarlig sterk kommuna sum Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda og fái hesi viðurskifti í rætt lag. Tað kann ikki vera rætt, at tað skulu ganga heili 10 ár áðrenn spillivatnsviðurskiftini í kommununi eru fingin í rætt lag.
Nei, her má setast inn! Um eg, og Tjóðveldi, koma framat valdinum, skulu grundleggjandi viðurskifti sum hesi fáast í rætt lag beinanvegin.
Hugsið um umhvørvið á komandi býráðsvalið!
Tráin Petursson Nónklett,
Valevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar kommunu