Lýsing

Klubb 188 ein sólskinssøga

Í Tórshavnar kommunu eru seks ungdómshús fyri ung úr 6. til 8. flokk.

Eitt teirra er Klubb 188 í Hoyvík, sum kommunan setti á stovn í mars 2010, og sum er vorðin ein sólskinssøga.

Klubb 188 húsast undir somu lon sum Fríðarskúlin í Hoyvík, har millum 250 og 300 ung koma saman hvørja viku til sosiala samveru og ítriv av ymsum slag.

Talan er ikki bert um hoyvíkingar, men um ung allastaðnis frá í kommununi.

Í Klubb 188 ber td. til at leinkja (linka), spæla telduspøl, vera á YouTube, spæla Playstation, ymisk borðspøl, borðtennis og fótbóltsspøl.

Í húsinum er eisini skapandi verkstaður, tónleikarúm, sjónvarpsrúm, hugnakrókar, kafé og kiosk umframt sjónvarpsskíggjar og televarp.

Klubb 188 er eisini við í SSP-samstarvinum, sum umfatar skúlar, sosialmyndugleikar og politiið, og hetta – saman við virkseminum í ungdómshúsinum annars – hevur havt sera góða og positiva ávirkan á tey ungu.

Ungdómshúsið er opið trý kvøld um vikuna, týs-, fríggja- og leygarkvøld, tilsamans 19 ½ tíma.

Vilja hava meira opið

Á veljarafundi, sum Tjóðveldi skipaði fyri í Skúlanum við Løgmannabreyt í gjárkvøldið, har veljarar høvdu orðið og valevnini lurtaðu, kom fram, at tørvur er á at víðka upplatingartíðirnar, men at umstøður ikki eru fyri hesum sum er við verandi játtan.

Skal virksemið uppraðfestast, má meiri peningur setast av til hetta.

Tá ungdómshúsið varð sett á stovn fyri hálvumsjeynda ári síðani, fylgdi ein játtan við upp á eina hálva miljón krónur. Hon er síðani bert økt við umleið 100 tús. kr. til góðar 600 tús. kr., hóast virksemið er meira enn trífaldað hesi árini.

Sum er starvast tveir pedagogar í føstum starvi í Klubb 188 umframt seks tímalønt hjálparfólk.

Umboð fyri húsið metti, at tørvur er á eini hálvari miljón aftrat til tess at kunna eftirlíka ynskinum hjá teimum ungu og foreldrum teirra um hava húsið opið í 5 dagar um vikuna.

Tá hugsað verður um, hvat tey ungu og samfelagið sum heild fáa burturúr hesum frálíka og stimbrandi virksemi, hevur ein tílík umbøn uppiborið eina góða og sakliga viðgerð, ið sjálvandi eisini eigur at umfata hini fimm ungdómshúsini.

Samstundis eigur ungdómshús eisini at verða sett á stovn á Argjum, har stórur saknur somuleiðis er á einum tílíkum húsi.

Øll børn hava rætt til ein tryggan og mennandi uppvøkstur. Tað kunnu ungdómshúsini meðvirka til – og hesum vil Tjóðveldi skapa umstøður fyri

So fáa vit upp aftur fleiri sólskinssøgur at fegnast um.

X við E.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad