Skattalætti og lántøka til skúlabygging ?
Jú – tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Fólkavøkstur, oljuprísurin er í botni, rentan er í botni, einki arbeiðsloysi og inntøkurnar røkka ørandi hæddum. Flogferðaseðlaprísirnir eru í botni. Byggivinnan hevur ovmikið at gera – tað er gerandiskostur, at útboðin arbeiði eru dýrari enn kostnaðarmetingarnar. Á brennistøðunum er rusk upp undir lúkurnar. Farmaskipini hava ongantíð verið so nógv í tali.
Búskapurin er ovurupphitaður og húsaprísirnir eru himmal høgir. Tað eru tey fægstu, ið hava ráð at seta føtur undir egið borð. Íbúðarneyðin hjá eldri borgarum, lesandi, tilflytarum, fólk við serligum tørvi og øðrum er væl kend. Umleið 200 til 300 nýggir borgarar skulu hava tak yvir høvdið hvørt ár.
Og so er ætlanin at seta skattin niður?
Tá fara húsaprísirnir eitt vet longur upp – og hvat er tá vunnið? Ella hvør vinnur tá? Hvør hevur ráð at gjalda?
Skúlin á Fløtum skal byggjast – tað er samtykt í býráðnum og boðið út. Tilboðini siga umleið 268 milliónir krónur. Ætlanin er at læna meiri enn 100 milliónir til hesa verkætlanina?
Geva skattalætta á 17 milliónir um árið og læna meiri enn 100 milliónir til skúlabygging? Hvør hevði gjørt tað um ein átti peningin sjálv ella sjálvur?
Nú sigi eg sum Winston Churchill: “Hetta er ein tivolisering av valdystinum har veljarin setur ein kross og eftir valið stendur hann við eini nitte í hondini”.
Aðrar býráðssamtyktir eru millum annað: Nýggjur musikkskúli, nýggjur innkomuvegur, nýggjur langhylur, nýggjur golfvøllur, lestraíbúðir og so víðari. Býráðssamtyktirnar fevna eisini um, til dømis, nýggjan umhvørvispolitikk og mangt annað. Kloakkviðurskiftini eru ikki í lagi og eldraøkið og dagstovnaøkið hava tørv á íløgum og hægri rakstrarjáttan.
Sjálvandi eru tað borgarar í Tórshavnar kommunu, ið eru fyri vanbýti og hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Vit eiga at fjálga um hesi, men ein skattalætti fer valla at bøta um støðuna. Hesi skulu stuðlast aðrar vegir, til dømis við sosialum veitingum.
Skattalættin er valflesk – minnist til tað tá tit seta krossin – fyrr ella seinni stendur tú við rokningini.
Vel ein burðardyggan ábyrgdarfullan búskaparpolitikk – vel Tjóðveldi!
Jóannes Guttesen, valevni á lista E.