Bestu karmar til ítróttin
Ítróttin er samstarvselvandi og fremjandi fyri fólkaheilsuna. Tjóðveldi stuðlar tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt. Ólønta arbeiðið hevur ómetaligan týdning fyri trivnaðin, borgaran, ungdómin, nærumhvørvið og alt samfelagið. Feløg og einstaklingar eiga sín stóra leiklut í hesum arbeiði – vit práta um nógvar tímar hvønn dag – sjey dagar um vikuna. Eitt heilsugott lív sæst aftur á ellisárum – tey flestu vilja verða heima sum longst. Ítróttin er heilsufremjandi og fyribyrgjandi.
Uppgávan hjá kommununi er at skapa karmarnar, so at ítróttarfeløgini í Tórshavnar kommunu framhaldandi kunnu menna seg. Hugsað verður um breiddina og úrvalsítrótt.
Prátað hevur verið um langhyl í áravís og lyfti eru givin. Langhylurin skal fremjast í verki – hann fer at skapa góðar umstøður fyri almennu svimjingina og samstundis fáa ítróttarfólkini betri umstøður.
Golfvøllurin er samtyktur, men tey bíða enn.
Feløgini innan frælsan ítrótt, sum fevna um eitt breitt úrval av ítróttargreinum, hava tørv á betri innandura umstøðum.
Øll kappróðrarfeløg hava ikki nøktandi umstøður. Hølisviðurskifti og vantandi dráttir eru fótonglar í felagslívinum.
Innan størru ítróttargreinarnar er øgilig menning. So hvørt karmarnir betrast, so gongur ikki long tið til tørvur er á betri kørmum. Tórshavnar kommunu eigur at stuðla eftir førimuni, so hvørt. Men øll mugu dragast við og tí er ein íløguætlan neyðug.
Saman við ÍSF og Mentamálaráðnum eigur høvuðsstaðurin at ganga á odda tá karmarnir til altjóða virksemi skulu skapast.
Far á val og vel dyggan stuðul til sjálvbodna arbeiðið innan frítíðararbeiðið í Tórshavnar kommunu.
Blíðar heilsur
Jóannes Guttesen, listi E.