Lýsing

Nýggjur dagstovnur undir Grashjalla

 

 

Tíðin er komin at gera nýggjan dagstovn, og hesin skal standa liðugur í komandi býráðssetu.

 

 

Fleiri og fleiri velja Klaksvík sum sín heimstað og hetta hevur jaligar avbjóðingar við sær. Vit hava júst samtykt, at Dagstovnaskáli skal staðsetast við Fjallafípuna við plássi fyri 30 børnum. Vit hava í fleiri umførum hesa setuna økt um dagstovnaplássini. Hesum skulu vit halda fram við.

 

Fleiri av okkara dagstovnum eru ikki bygdir til endamálið, men heldur umbygdir sum frægast. Harnæst halda aðrir dagstovnar til í leigaðum hølum. Hetta er ikki haldbær loysn.

 

Tískil skulu vit byggja nýggjan dagstovn komandi setu. Kommunan eigur hópin av lendi undir Grashjalla, og tískil er lætt at fara í gongd við byggingina.

 

Vinna og trivnaður ganga hond í hond

Myndin í dag er at 98% av børnunum ganga á dagstovni og tískil er stórur tørvur á nøktandi umstøðum. Fólk mugu heilt einfalt fáa síni børn á dagstovn, um tey skulu megna at røkja sítt arbeiði ella nema sær undirvísing.

 

Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu gera púra greitt, at nøktandi karmar eru ein av grundarsteinunum undir menning hjá børnum okkara.

 

Verði eg valdur í býráðið, fari eg at stríðast fyri, at nýggjur dagstovnur verður tikin í nýtslu komandi valsetu.

 

 

 

Jóhann Lützen, býráðslimur.

 

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad