Økisnevnd við veruligari megi
Staðbundnu nevndirnar fáa ikki neyðugu kunningina og verða ov ofta bert hoyrdar í smámálum. Eigarafeløgini somuleiðis – alt ov ofta er neyðugt við undirskriftainnsavning í staðin fyri góðum samskifti.
Tvey týðlig dømi er innkomuvegurin til Havnina ísv. nýggja undirsjóartunnilin inn í Eysturoynna.
Á Hvítanesi vistu tey einki, tá spakin varð settur í. Eingin kunning. Verkætlanin varð sett í verk og vísti seg heldur ikki at verða vandaleys. Sprongt varð ímóti bygdini og bara hepni forðaði fyri sorgarleiki.
Inni á Gøtu varð neyðugt við undirskriftarinnsavning fyri at flyta innkomuvegin burtur frá bygdum øki. Tað eydnaðist.
Fólkaríku býlingarnir eiga at sleppa lættari fram at avgerðunum í Tórshavnar kommunu – eigarafeløgini hava, sum er, onga nevnd ella annað talurør inn í politisku skipanina. Staðbundnu nevndirnar verða, í alt ov lítlan mun, hoyrdar ella tiknar í álvara. Borgarafundir, sum verða hildnir, eru bert eitt heitið og á skúlastýrisfundum á smáu skúlunum verða somu mál viðgjørd í áravís – lítið og einki kemur burturúr. Fólkaræði av ymiskum slagi, sum rigga illa.
Loysnin er ein politisk nevnd fyri útjaðaran. Ein nevnd við málsøkinum útjaðarin og bygdirnar.
So kunnu borgarar í Hestoy fáa stuðul til betri ferðasamband, borgarar í Norðadali kunnu spyrja um betri busssamband, borgarar í Kaldbak kunnu fregnast eftir lovaðu samkomuhøllini, borgarar á Norðasta Horni kunnu fáa skil á kavaruddingini og so framvegis. Somuleiðis kunnu borgarar í útjaðaranum spyrja hvar tey skulu parkera tá tey hava ørindi á Snarskivuni og spyrja hví bara íbúgvar í miðbýnum fáa P-loyvið til fría parkering. Útjaðarin er sanniliga eisini ein partur av vantandi parkeringsbásum í miðbýnum – bilurin er lívsæðrin inn í býin.
Út við hoyringsnevndunum – inni við eini økisnevnd við politiskari makt – økisnevndin skal verða ein sokallað føst nevnd í Tórshavnar kommunu.
Jóannes Guttesen, listi E.