Eg eri til dystin fús
Eftir at hava fylgt við politisku telvingini á Vaglinum seinastu átta árini frá síðulinjuni, havi eg eftir áheitan frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag gjørt av at stilla upp aftur til býráðsvalið hesa ferð.
Eg haldi, at eg við mínum 20-ára royndum í býráðnum – harav fýra ár sum borgarstjóri – havi neyðugu barlastina til tess at kunna gera ein mun longu frá fyrsta degi í nýggja býráðnum.
Hetta hevur týdning, tá hugsað verður um mongu og stóru uppgávurnar, ið liggja fyri framman.
Eg eri til dystin fús og ætli mær at leggja alla orku í at økja um trivnaðin hjá øllum borgarum í kommununi.
Hjartamál míni eru børnini, familjurnar og tey gomlu. Vit skulu hava betri heimatænastu og eldrarøkt. Meiri tíð til barnið á dagstovnunum. Fleiri bústaðir. Og betri karmar til vinnulívið.
Hetta er alt fult í tráð við slagorð okkara til valið hesa ferð, at í Tjóðveldi seta vit fólkið fyrst og fremst.
Gott val øll somul!
Leivur Hansen, valevni á Lista E