Sterkan lista E í Tórshavnar býráð
Valstríðið er farið at halla, og avgerðin um, hvørji 13 umboð skulu stýra kommununi næstu fýra árini, fellur í morgun.
Farnu fýra árini er stýringin farin av lagi. Eitt breitt samstarv varð fingið í lag, sum ikki riggaði eftir ætlan, og tilvildin fór at gera um seg.
Høvuðsatvoldin var uttan iva, at ein flokkur hevði meiriluta einsamallur og tí í roynd og veru kundi fara fram, sum hann vildi.
Ógvuliga óheppið hevði verið fyri kommununa, um hetta gjørdist lagið eisini næstu fýra árini, tí eitt einflokkastýri er eitt ov maktfullkomið stýri.
Áheitan!
Vit á lista E heita tí á veljararnar í Tórshavnar kommunu um at geva okkum so dyggan stuðul sum gjørligt á valinum í morgin.
Vit hava talað at tilvildini, sum hevði við sær, at skúlar í heilum vórðu útsettir, og at bygningar vórðu keyptir og umvældir uttan mál og mið.
Vit hava víst á, hvussu fólkið eigur at verða sett fyrst, og hvussu vit ætla at játta meiri pengar til eldraøkið og dagstovnaøkið.
Vit hava sett dagskránna í valstríðnum, tí tá okkara valskrá var komin, fóru øll at tosa um eldraøkið, dagstovnar og bústaðarmarknaðin.
Vit hava greitt orðað mál á øllum økjum, og vit fara í samgongusamráðingar at fremja málini í somu løtu, vit hava fingið tín stuðul.
Setir tú ein sterkan lista E í Tórshavnar býráð, ætla vit at liva upp til álitið og tryggja, at tín atkvøða fær sum mest av ávirkan.
Lista E fremst í Tórshavnar býráð – so fólkið kann verða sett fyrst!
Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi