Lýsing

Lítið mannsligt lokabragd

Jógvan Arge fanst á býráðsfundi í Havn í kvøld harðliga at núverandi meirilutanum fyri at lækka inntøkurnar hjá kommununi næsta ár til tess at vinna einum nýggjum stýri neisur.
“Tað er kanska gott, at ein meiriluti í býráðnum í kvøld fer at samtykkja at lækka skattaprosentið 0,75 prosent. Men tað er minni gott, at hetta fyrst og fremst verður gjørt í hevnisøku, tí at gamli meirilutin hevur mist ræðið í býráðnum.

Reglurnar eru, at fíggjarætlanin skal verða liðug fyri 1. december. Hon skal innihalda øll tøl fyri inntøkur og útreiðslur, harímillum skattaprosentið, sum skatturin verður líknaður eftir.

Tað kann tykjast bæði løgið og meiningsleyst, at eitt fráfarandi býráð, sum ikki ræður eftir 1. januar, skal áseta inntøkur og útreiðslur hjá einari kommunu, sum onnur skula stýra.
Tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, tíverri, men hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp saman við mongum øðrum kommunuásetanum, ið trongja til justeringar.

Íløgurnar skerdar
Eg eri so púra samdur við teimum, sum siga, at við hesum átakinum vil gamli meirilutin gera fortreð. Hetta átak hevur onki við skilagóðan fíggjarpolitikk at gera. Beinleiðis avleiðingin er, at Tórshavnar kommuna hevur minni at húsast við og fær ikki tikið tey stig fram á leið, sum hon eigur at taka.
Serliga gongur hetta út yvir íløgurnar, sum vanliga hava verið um 140 milliónir krónur á árligu fíggjarætlanini. Tær detta niður á 82 milliónir krónur – sum er eitt afturstig upp á heilar 58 mió kr.

Hevði nakar gjørt hetta móti fráfarandi borgarstjóranum, so eri eg vísur í, at hann hevði verið líka uppøstur, sum hann var hendan dagin, tá hann varð narraður.

Raksturin bólgnar
Hyggur tú at uppskotinum hjá meirilutanum, so hevur hann onki gjørt við, at stilla raksturin til tað lægra skattaprosentið. Meirilutin tekur bara burtur av tí, sum var ætlað til íløgur, bæði til at dekka lækkaða skattaprosentið og tær meirtjáttanir, sum komu undan kavi í gjár.
Inntøkurnar í 2017 verða mettar til 868 mió kr, sum er 20 mió krónur meir enn í ár. Útreiðslurnar til rakstur verða mettar at verða 61 mió krónur meir enn í ár, svarandi til eina hækking upp á 9,1 %.

Av tí, at als onki arbeiði er gjørt við sparingar í rakstrinum, verða íløgurnar allur buffarin.
Enn sitandi samgonga hevur alla tíðina lagt seg eftir at hava um 140 mió árliga til íløgur. Nú, hon er avrøkt, leggur hon fram eina fíggjarætlan, har rúm bert er fyri góðum 80 mió krónum til íløgur, restin fer til rakstur og lánsgjøld.
Tað kann ikki tulkast sum annað enn at gera fortreð, og tað er lítið mansligt, má sigast.

Okkurt er gott
Treyðugt so. Okkurt gott nýtt er í hesi fíggjarætlanini. Eftir uppskotum frá nevndunum eru nakrar nýggjar játtanir settar á. Útreiðslurnar til almanna- og heilsumál er hækkaðar 30 mió kr.
Av teimum eru slakar 8 mió kr til ymiskt á eldraøkinum, eitt nú uppraðfestingar; einar 3 mió kr til ymiskt á ansingingarøkinum. Nýggjar eru eisini 5,5 mió kr til umvæling av bygningum og 4 mió til kloakkir eins og 2 mió til tyrving og renovation.
Á íløgum eru komnir tveir nýggir postar. Innkomuvegurin fær 5 mió kr, ein skjótibreyt fær 3,8 mió kr, men alt hetta eins og tær 20 milliónirnar meir til rakstur verður fíggjað av Skúlanum á Fløtum og øðrum íløgum, sum ikki vóru markaðar upprunaliga.

Leysir pengar
Vit hava upplivað, at pengarnir hava sitið leysir á Vaglinum leingi. Onki hevur verið spart til nakað sum helst, og longst hevur bara verið eftir, at meirinntøkur skuldu koma í kassan, so gjarast kundi meir út.
Tað hevur eisini verið gjørt uttan fyrilit og uttan planlegging. Tí stendur mangt og hvat í hálvum gekki, og farið er ikki av álvara undir nakra veruliga stóra ætlan. Eftirmælið verður helst, at hetta var samgongan, sum vóð í pengum, mól í klingur og legði lítið eftir seg! Tann, sum nú stendur á gáttini, kann bara blíva betri”, segði Jógvan Arge á býráðsfundi.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad