Lýsing

Magni setur fyrispurning um loftferðslu

Á tingfundinum í morgin, setur Magni Arge soljóðandi fyrispurning til Poul Michelsen

Føroysk flogvinna, sum nú stuðlar upp undir nærum 500 arbeiðspláss í Føroyum, kann mennast uppaftur meiri, um vit skapa røttu karmarnar og leggja okkum eftir at røkka størri úrslitum. Tað var niðurstøðan á fundi í Norðurlandahúsinum um føroyska flogvinnu í farnu viku.

Ongin greitt orðaður politikkur fyri føroyska flogvinnu finst í løtuni, og tí kunnu eitt nú Atlantsflog og Vága Floghavn, sum bæði eru í almennari ogn, halda fullkomiliga hvør sina kós.

 

  1. Verður nakað stig tikið á hesum økinum, so vinnan og feløgini fáa eina greiða kós at stýra eftir, og virksemið verður samskipað til størstan fyrimun fyri føroyska samfelagið?

 

Hinvegin kunnu ójavnar kappingartreytir millum eitt nú Atlantsflog og SAS vikna munandi um føroyska flogvinnu.

2. Ætlar landsstýrismaðurin at seta nakrar treytir, so norðurlendski flogrisin, SAS, við 40 milliardum í umsetningi ikki fær høvi at misnýta sína dominantu støðu í Norðurlondum og á flogvøllinum í Keypmannahavn – og taka kappingaravlagandi stig sum t.d. at siga upp samstørv um avgreiðslu av flogførum, ferðaseðlar og bonusskipan, ið hava verið millum feløgini í skjótt 30 ár?

Magni Arge, løgtingsmaður

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad