Hóast hin legendariski og óvanliga væl begávaði franski forsetin Charles de Gaulle í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í 1967 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir, so kókaði yvir nakrar fáar mánaðir seinri á universitetinum í Nanterre. Cohn-Bendit og hansara fylgisneytar gjørdust spjótsoddar í einum stríði, ið objektivar fyritreytir tóktust vera fyri alla staðni, latenta vreiðin hevði bara bíðað eftir fyrsta svávilpinninum. Nú byrjaði marsjurin, sum Rudi Dutschke tók til, ígjøgnum stovugongirnar á hýggjuskotnu og upptornaðu almennu institutiónunum. Konserveraða valdið, stadnað sum betong, støkk sundur, tað sást inn á armeringina, og hon varð álopin. Ungdómsbyltingin fór sína sigursgongd um allan vesturheimin – sum ein politisk og musisk kollvelting.
Táið Lærdi Háskúlin Sorbonne var tikin, og París stóð í ljósum byltingareldi í mai mánaða 1968, var eg sjálvur bara 12 ára gamal. Kvæmar aldur eltu síðani kjalarslóðina. Beatlemania, Rolling Stones, Jimi Hendrix, Janis Joplin, Kári P. og Bob Dylan broyttu okkum øll. Og lagnunnar speisemi er tað, at Kári hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins og at Patti Smith í Stockhólmi hendan dagin tók ímóti Nobelvirðislønini fyri fagrar bókmentir vegna vinmannin Bob Dylan, og sang hin eminenta sangin A Hard Rain’s A-Gonna Fall, og alt hitt habitt- og slipsaklædda establishmentið heiðraði gamla protestsangaranum og flogvitinum. Tá var ikki eitt eyga turt kring allan heimin. Ein kollektiv viðurkenning til uppreisturin og broytingarnar fyri hálvari øld síðani.
Hetta er nú søga. Á miðnátt setir heimurin skjøtil á eitt nýtt kalendaraár. Tað gera vit eisini í Runavíkar kommunu, og ikki bara tað, borgarin hevur eisini kjósað sær eitt nýtt býráð, til at standa fyri og menna økið, og samlaða grundarlagið hjá einstaklinginum í kollektivinum komandi fýra árini frá miðnátt at rokna. Latínska orðið kommuna merkir ikki annað enn fyrisitingareind, hetta er gamalt hugtak, og fyri framhaldandi at vera frankofilur, so man tann kendasta kommunan í heimssøguni vera Parísarkommunan, hóast hon bara var til í 71 samdøgur. Hon skræðir seg upp úr svørðinum av dialektiskum orsøkum, trýst elvir til móttrýst, óvirkni til virkni, og politiskt og hugsjónarliga fekk hesin várvøksturin í París í 1871 stóra ávirkan á mongum mótum heilt fram í okkara tíð.
Hóast friður tykist valda á okkara leiðum, so verða um júst tríggjar mánaðir 50 ár gingin síðani somikið stór bylting var her um leiðir, við kravgongum innar higar, suður í Tinganes og gíslatøku í Heiðunum av hinum legendariska skrivaranum og kinnarmanninum Karl Jóhan Hansen, at hin gamla Nes Sóknar kommuna gekk sundur. Ivaleyst hava góðar grundir verið til tað sum hendi, men hetta er sama árið sum franski generalurin og forsetin de Gaulle flutti fram hina gitnu friðarrøðuna. Úr hesum vell fram ein nýggj kommunueind – Runavíkar kommuna. Sum við samanleggingum síðani hevur vaksið seg til triðjustørstu kommunueind í landinum, og gongst sum ætlað, er hon næststørsti býur í landinum um 10 ár. Partur av miðstøðu og kjarnu landsins umvegis smoguna undir Tangafirði. Ein risaíløga sum frameftir eigur at verða brúkt til nógv meiri samstarv ímillum høpini, sum liggja fyri endarnar á tunlinum. Sambandið ímillum Skálafjørðin og høvuðsstaðin er klassiskt, skipaður sjóvegis flutningur er elligamal, tí er hetta bara ein nýtímansgering av hesum undirstøðukervi, ið eigur at verða brúkt sum lunnur undir skilagóðum samstarvið. Tað snýr seg ikki um at liva av náðini hjá hvørjum øðrum, men um at finna fláirnar, har samrakstrarmáttur kann elvast burturúr. Hetta er ikki bara lokalpolitikkur, hetta er eisini ein spurningur um, at tey, sum sita fyri valdinum í hesum fólkaríka pottinum, har meiri enn helmingurin av fólkinum í landinum búleikast, taka á seg neyðugu ábyrgdina fyri at eisini alt samfelagið fær eina snøggari og lutfalsliga ódýrari skipan í framtíðini, har ið tað ber til.
Nógv umrøða er kring heimin um, hvussu samfeløg skulu skipast. Í mongum førum hava landastjórnir, hvørs vald oftast gongur út frá valdsmaskinaríum í metropolum, staðið fyri skotum. Tað verður regulerað og deregulerað. Kldiðreppa avloysir kreppu. Teknokratar og embætismenn hava í mongum førum tikið valdið frá veikum politikarum og frá fólkinum, sum átti og eigur valdið, og nú halda onkrir politologar, at demokratiið sum frægast kann fáast aftur á beint við styrktum kommunum. Hetta snýr seg um at flyta valdið frá nationalu institutiónunum, sum so illa hava hagreitt samfeløgini og heimin, til kommununa, hvørs íborna kyn er politiskur praksis, nær fólkaræðisins ognarmanni, í útriðjuni av nationalstatinum, og sum kortini er meiri staðbundin og altjóða um somu tíð. Tá ið skipanin av eini kommunu gerst snúningspunktið fyri hina politisku praksis, verður sjónarhornið flutt frá vanligum arbeiði og arbeiðsplássum til ta staðbundnu skipanina av tilknýti fólksins til tær praktisku uppgávurnar í gerandisdegnum annars. Hugtakið ein kommuna snýr seg ikki bara um arbeiði, men um allar menniskjans lutir í samfelagnum, sum øll eru partar av, og um at gera allar trupulleikarnar og avleiðingarnar, sum eru vorðnir partur av fólksins privata geira í marknaðarstýrda geriranum, til ein felags botn undir gerandisdegnum. Kommunan gerst harvið eitt høpi, ein reproduktiv sfera, sum skipar tey viðurskifti, sum øll onkursvegna og onkuntíð í lívinum hava tørv á.
Hetta snýr seg um skúlar, dagstovnar, ítróttarkarmar, musikkskúlar, sosialar skipanir, bryggjur, vetrarfriðing, rottutýning, sløkkilið, heilsudepil, vatnveiting, renovatión, vinnuøki, vegir o.s.fr. Nógvu seinastu árini hava vit eisini sæð eina gongd hendan vegin, at landsgeirin hevur flutt eitt nú barnavernd, dagstovnar og eldraøkið út til kommunurnar at taka sær av. Ein vinningur er ivaleyst, at her gerast hesi ikki partapolitiskar kastibløkur, men kommunal politisk mál, ið skulu loysast, bara til frama fyri borgaran og brúkaran. Tað frítekur okkum kortini ikki fyri at halda eyguni á hvørjum oyra, tí tað er ógviliga umráðandi at vit, sum bara sita fyri valdinum við tykkara áliti, taka hesa ábyrgdina í ramasta álvara og røkja felagskassan við mesta hygni. Týdningarmikið er at hava tað í huga, hvørja einastu ferð ein politisk avgerð verður tikin, at prísurin fyri hesa verður goldin úr hondum teirra, sum hvønn Guðs skapta arbeiðsdag leggja uppímóti helvtini av hart vunnu lønini í kommunu- og landskassan.
”Tú skalt arbeiða sum um tú fer at liva ævigt, og liva sum um tú fer at doyggja ímorgin”. Soleiðis verður mangan tikið til, og hetta er ein neyðug kredda at halda seg til, skal samfelagið latast eftirkomarunum í rímiliga góðum standi, ella sum skyldmaðurin Hans Pauli í Hvannasundi tók til: ”Tú skalt ikki rokna við, at Jesus kemur inn í koyggjuna eftir tær, ert tú lagstur í hana av leti.” Onkur heldur kanska, at hetta luktar í meira lagi av hinum calvinistiska arbeiðsmoralinum, sum Max Weber skrivar um í ”Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus”, men týðandi er, at øll leggja sín góða lut í samfelagið, sum vit øll eiga, og sum vit øll skulu lata teimum, ið nú menna seg í vøggustovum, barnagørðum og skúlum og við hús.
Nógvar legendur eru farnar foldum frá í skjótt farna ári, og Uni hjá Gert hevur havt úr at gera sum líkhani í Útvarpinum saman við skiftandi kompagnonum, táið glampandi stjørnunar á musiska hválvinum slóknaðu. Annar av aktørunum í Rumble in the Jungle bardaganum, Muhammad Ali, fór um sýnina, og tey fótbóltsáhugaðu hugsa helst um stóra listarmannin á grasvøllinum, Johan Cruyff, nú árið fer frá okkum um eina løtu. Hollenski stórroykjarin legði árarnar inn í vár í Barcelona, har hann búði. Ivaleyst størsti fótbóltsheili nakrantíð. Saman við Jany van der Veen og Rinus Michels skapti hann totalfótbóltin, sum eksploderaði undir HM-kappingini í Vesturtýsklandi í 1974 – og sum farvegurin enn sæst eftir í Barcelona og München og helst fara teir ljósabláu í Manchester at taka hendan táttin alt meiri upp – sum frálíður.
Hann setti orð á sítt lív í einari bók, sum eg stuttleiki mær við at lesa í hesum døgum. Peningurin er týdningarmikil í fótbóltinum, men hann kemur bara í aðru røð, sigur hann. Kombinatiónin av góðari leiðslu, talenti, teknikki og disciplin og so tað, javnt og samt at virka fyri hvørjum øðrum, hevur alt at siga. Tað ræður um at koma á vøllin sum eitt lið, at fara av vøllinum sum eitt lið og at koma aftur til næsta dystin sum eitt lið.
Um hálvan annan tíma tekur eitt nýtt býráð við leiðsluni í Runavíkar kommunu. Tankarnir hjá Cruyff kunnu meiri enn so brúkast í politiskari terminologi. Serliga hugsanir hansara um alla tíðina at hava fyri sær eitt mál at røkka, og offensivt at stevna fram ímóti tí. Hetta minnir ikki sørt um tankarnar hjá Hans Andreasi Djurhuus um prúða land okkara. Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt, tá tað ræður um at verja merki títt, lat meg teljast millum teir, ið berjast tá, aldri víkja tínum fagra merki frá. Hinvegin skulu vit eisini hava okkum strofuna ”Lær meg snildið tað, at stevna fram á veg -” fyri eyga. Eitt býráð skal strategiskt virka eftir eini parallelskipan: 4 ár fram í tíðina og samstundis so langt fram, sum vit yvirhøvur kunnu síggja. Tað verður okkara setningur tykkara vegna tey næstu árini.
Nýggjárið er ikki ein kristin, men ein verðslig hátíð. Vit eru ein partur av hinum kristna heiminum og miðskeiðis í jólahalguni, sum ikki endar fyrrenn á trettandu. At vit hava tikið hetta skilmarkið ímillum tvey ár, nýggjárið, til okkara trúarlív, sæst aftur í Sálmabókini. Sálmur no. 82 og sálmur no. 532 byrja báðir soleiðis: ”Ver vælkomið, Harrans ár.” Sami maður, Grundtvig, hevur yrkt teir og ávikavíst Gudmund Bruun og H.D. Petersen hava týtt sálmarnar. Meðan tann fyrri er ein adventssálmur, ætlaður kirkjuárinum, er hin seinri ein nýggjárssálmur ætlaður nýggja kalendaraárinum.
Lati okkum samfelt laða eitt bulvirki kring um kommunu og stað okkara, gera hana og staðin til ein skansa í samfelagnum, og eg sigi við skaldinum:
Her er mítt heim,
mín heimur og virki,
her eru vinir, ið fjálga mítt lív,
her er tann stætt,
sum gevur mær styrki,
ið ber vónina
í arbeiðssomum hondum
her er fallið mítt akker.
Við hesum orðum ynski eg øllum borgarum okkara og øllum landsmonnum mínum eitt av Harranum signað og eydnuberandi nýggjár.
Tórbjørn Jacobsen