Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum
Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í tinginum, og eg nýtti høvi til at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein spurning um avleiðingarnar av eini fiskivinnunýskipan. Hann ljóðaði:
Í kjalarvørrinum á, at samgongan hevur lagt sínar ætlanir fram fyri framtíðar fiskivinnupolitikk, hevur reiðari í norðurøkinum víst á, at skipanin rakar hansara virksemi meint. Tað snýr seg serliga um ásetingarnar um antitrust, sum skulu avmarka støddina á einstøku aktørunum. Talan er sambært reiðaranum ikki bert um vantandi menningarmøguleikar, men um beinleiðis niðurlaging av verandi virksemi. Og hetta, sigur hann, fer at fáa rættiliga ógvisligar avleiðingar, umskiping av stórum parti av flotanum og helst noyðist stóra flakavirkið eisini at steingja.
Kann landsstýrismaðurin greiða frá hesum, og um henda fatanin er røtt?
Landsstýrismaðurin vísti á, at lógaruppskotið ásetir antitrustreglur, og reglurnar eru í tveimum: 12% av tí samlaða og 15-35 % í hvørjum fiskiskapi sær. Men antitrustreglurnar eru ikki aftureftirvirkandi. Reglurnar fyri verandi aktørar koma sambært nýskipanaruppskotinum at vera, at teir sum liggja omanfyri, kunnu vera á tí stødd, teir eru í dag. Teir kunnu vera á sama prosenttali. Teir kunnu ikki vaksa meir í prosentum, men teir verða ikki álagdir at verða minni.
Landsstýrismaðurin vísti á, at virksemi hjá fyritøku, ið liggur oman fyri antitrustmarkið, hevur sjálvandi vakstrarmøguleikar í nøgd, tá ið kvotur økjast.
Í botnfiskiskapi undir Føroyum – sum er høvuðsgrundarlag undir flakavirkjunum – er í uppskotinum ásett, at nøgdirnar kunnu vaksa munandi av toski, hýsu og upsa, áðrenn broyting verður. Um stovnsrøktin kemur í rætt lag, soleiðis sum uppskotið leggur lunnar undir, og stovnarnir koma fyri seg, so eru ríkir møguleikar hjá flakavirkjunum bæði í norðurøkinum, og um landið alt, at fáa munandi betri grundarlag.
Skiftisskipan og tillaging
Umleggingin frá verandi skipan fer sjálvandi at ávirka vinnuna. T.d. skal útlendskur ognarskapur burtur yvir 4 ár, manningar lønast sambært sáttmálar við føroysk manningarfeløg, brúksskylda verður sett og kapping verður um størri part av tilfeinginum.
Eg skilji sjálvandi væl atfinningar og ivamál frá vinnuni og teimum, ið ikki ynskja nakrar broytingar og siga, at alt er best sum er.
Ongantíð seinnu árini er so nógvur fiskur komin til Norðoyggjar, sum hetta seinasta hálvt annað árið. Øktar kvotur í Grønlandi, undir Íslandi og á Flemish Cap, umframt ovurhondsvirðir til uppisjóvarvinnuna.
Í tilgongdini til nýggju skipanina havi eg stuðlað undir eini skiftisskipan, so verandi aktørar, dugnalig fólk í vinnuni og framskygdir reiðarar í reiðiligum virksemi, at hesir fáa góðar stundir og umstøður til at vera í vinnuni. Og at fáa tíð og umstøður at laga seg til eina nýggja marknaðarstýrda skipan. Hetta tekur nýskipanaruppskotið stórliga atlit at. Sjálv fari eg ikki at taka undir við nakrari skipan, ið niðurlaðar verandi virksemi. Og eg dugi ikki at síggja, at umstøðurnar í nýskipanini skulu gera tað verri, og at dugnaligu vinnurekandi ikki fáa ella orka at tillaga seg.
Tað er mín vón, at fólk og vinnulívsfólk halda seg til veruleikan og koma við í kjaki á sakligum grundarlagi. At berjast fyri sínum rættindum er ein erlig søk, men tað er óvirðiligt at sakleys arbeiðsfólk verða tikin til gíslar í einum máli, sum snýr seg um heilt onnur viðurskifti.
Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi