Lýsing

Katrin fingið svar uppá fyrispurning

Fyrispurningur um palliatión, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Nær er skipanin við palliativa toyminum og palliativu eindini eftirmett, við tí endamáli at betra um palliativu tænastuna til sjúklingarnar?

2. Hvat vísti eftirmetingin, og hvørjar tillagingar eru gjørdar?

3. Eru ætlanir um at styrkja um tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, ið hava tørv á palliatión?

4. Um so er, hvørjar ætlanir eru?

5. Eru nakrar ætlanir um at seta á stovn hospice í Føroyum? Viðmerkingar:

Krabbameinsætlanin kom við nógvum góðum tiltøkum til gagns fyri føroysku sjúklingarnar. Fleiri teirra eru sett í verk, og her er mammografiscreeningin feskasta dømið. Hóast krabbameinsviðgerð seinastu nógvu árini er vorðin alsamt betri og yvirlivingin størri, eru tað tíverri framvegis ov nógv, sum doyggja av krabbameini. Palliativa viðgerðin er ein týðandi partur av tilboðnum til krabbameinssjúklingar, har lekjandi viðgerð ikki er gjørlig.

Heimsheilsustovnurin WHO, allýsir palliatión soleiðis: ”Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan er ein innsatsur, sum skal bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum, sum hava eina lívshó ttandi sjúku, og teirra avvarðandi. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina við tíðliga at staðfesta og meta um sjúkuna og við at viðgera pínu og aðrar trupulleikar av bæði kropsligum, sá larligum, sá larligum‐sosialum og andaligum slag”.

Skilt verður millum tvey ymisk stig av pallierandi viðgerð: Palliativ viðgerð á grundstigi, sum verður veitt á vanligum sjúkrahúsdeildum (starvsfó lk á deildini) og íheiminum hjásjúklinginum (heimarøkt og kommunulæknar). Og palliativ viðgerð áserfrøðingastigi, sum verður veitt sjúklingum við sjúkueyðkennum, ið krevja serkøn og/ella tvørfaklig átøk. Hendan viðgerðin verður veitt av serú tbúnum starvsfó lki ípalliativari eind ásjúkrahúsi, á hospice og/ella við palliativum toymum.

Palliativa viðgerðin skal sambært WHO: 

Bjóða linnan av pínu og øðrum nervandi sjúkueyðkennum

  •  Vátta lívið og fata deyðan sum eina natúrliga gongd
  •  Hvørki royna at framskunda ella ú tseta deyðan
  •  Taka við sá larligu og andaligu partarnar av umsorganini
  •  Bjóða sjúklinginum stuðul at liva so virkið sum gjørligt til deyðan
  •  Bjóða avvarðandi stuðul undir sjúkuni hjásjúklinginum og ísorgini yvir missin
  •  Brúka tvørfaklig toymi at ganga tørvinum hjásjúklingi og avvarðandi á møti, í roknað stuðul í sorgini um  neyðugt
  •  Økja um lívsgóðskuna og eisini hava positivt árin ásjúkugongdina
  •  Kunna setast íverk tíðliga í sjúkugongdini, saman við øðrum viðgerðum ið verða veittar við tí endamá li at  leingja um lívið, t.d. kemo‐ og strá luviðgerð. Fevnir eisini um tær kanningar, sum eru neyðugar fyri betri at skilja og handfara líðingarmiklar kliniskar komplikatiónir. Ein palliatións‐sjúklingagongd fevnir um nógv  ymisk øki íheilsuverkinum, t.d. heimatænastu, onkologi, palliativa eind, palliativt toymi, sjúkrahúsdeildir og kommunulækna. Tað er umráðandi, at palliatiónin er lagað til øll støðini, og at hon byggir á gott tvørfakligt samstarv.

Tá ein tosar um palliativa sjúklingin, er tann avvarandi altíð ein natúrliga atknýttur partur. Í Krabbameinsætlanini varð víst til kanningar uttanlands. sum vísa, at flestu sjúklingar, ið hava ó lekiliga sjúku, helst vilja doyggja heima. ÍFøroyum hava vit onga kanning av, hvar palliativir sjúklingar helst vilja doyggja. Men tað er ein sannroynd, at sera fá ir krabbameinssjúklingar íFøroyum doyggja íegnum heimi – bara 12 av tilsamans 85 sjúklingum í2007.

Hetta svarar til 14%. Sum víst varð á í Krabbameinsætlanin, hava vit enn einki hospice íFøroyum.

Eitt hospice kundi givið sjúklingunum og teirra avvarðandi góðar karmar og kundi haraftrat verið fakliga mennandi hjá starvsfó lkunum. Krabbameinsætlanin vísir tó á, at vit í fyrstu atløgu, heldur enn at byggja eitt ný tt hospice, eiga at bøta um møguleikarnar hjásjúklingum at vera heima seinastu livitíðina. Sjúklingurin (saman við avvarðandi) eigur at hava møguleikan fyri at velja, um hann vil vera heima seinastu tíðina og doyggja har, ella um hann heldur vil vera á palliativu eindini. Umstøðurnar eiga at vera lagaðar soleiðis, at tað betur ber til hjáføroyskum sjúklingum, ið eru komnir til tað síðsta, at doyggja heima. Tað er av avgerandi týðningi, at sjúklingurin og tey avvarandi kenna seg trygg í støðuni, at tey fáa ta hjálp, teimum tørvar, tá tey hava tørv á henni.

Á Løgtingi, 28. mars 2017 Katrin Kallsberg

Svar upp á fyrispurning nr. 68/2016 eftir § 52a í tingskipanini um palliatión frá Katrin Kallsberg, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi:

Til nr. 1 og 2 Palliativa toymið varð stovnað í 2005 og palliativa eindin í 2008.

Enn hevur ongin formlig eftirmeting verið av skipanini.

Til nr. 3, 4 og 5 Tá ið tað viðvíkur tilboð til heimabúgvandi sjúklingar, ið hava tørv á palliatión, so er tað sambært Landssjúkrahúsinum í dag samstarv millum heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálp, har tað hevur verið møguligt hjá hesum starvsfólkum at fáa professionellan stuðul frá palliativa toyminum til at veita eina góða hjálp í heiminum. Samstundis verður mett, at hetta kann styrkjast enn meira. Eisini kann hugsast, at røktarheim fáa regluliga undirvísing í palliatión. Harvið verða starvsfólk í nærumhvørvinum betri ílatin til at veita eina enn betri hjálp samstundis, sum sambandið millum starvsfólkini og palliativa toymið verður styrkt. Landsstýriskvinnan hevur verið í sambandi við avvarðandi leiðslu á Landssjúkrahúsinum um tað palliativa økið og tørvin á at seta á stovn eitt hospice í Føroyum. Partarnir eru samdir um, at tørvur er á at endurskoða økið. Landsstýriskvinnan fer tí í næstum at seta ein bólk við avvarðandi pørtum og myndugleikum til at endurskoða palliativa økið og gera eitt tilmæli um, hvussu økið eigur at verða skipað frameftir. Í hesum sambandi skal støða eisini takast til, hvussu tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, ið hava tørv á palliatión, kann styrkjast sum ein landsfevnandi funktión.

Eisini er ætlanin, at bólkurin skal taka støðu til, um eitt hospice skal setast á stovn í Føroyum – og um so er, hvussu tað skal skipast.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 7. apríl 2017 Sirið Stenberg landsstýriskvinna

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad