Bjørt Samuelsen, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum fyrispurning um antibiotikamótstøðuførar bakteriur
Metir landsstýriskvinnan, at trupulleikin við fjølmótstøðuførum bakterium er tikin í nóg stórum álvara og at øll neyðug tiltøk eru sett í verk at fyribyrgja væl kenda vandanum?
- Kann landstýriskvinnan veita vissu fyri, at tamarhald er á støðuni við mótstøðuførum bakterinum á sjúkrahúsum okkara?
- Hvørjar eru orsøkirnar til at trupulleikin veksur – hóast tiltøk at fyribyrgja eru sett í verk?
- Verður vandin fyri fjølmótstøðuførum bakterium tikin við í metingina, tá avgjørt verður hvørji sjúkrahús, føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til uttanlands?
- Hvussu eru útlitini fyri at fáa sett mikrobiologar og onnur fakfólk við servitan á økinum í starv í heilsuverkinum?
- Hvat er og verður gjørt til tess at kunna almenningin, kommunulæknar og onnur um, hvussu farast skal fram at avmarka vandan?
- Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka her og nú fyri í størst møguligan mun at binda fyri, at trupulleikin sleppur av vaksa?
Viðmerkingar:
Bakteriur, sum eru fjølmótstøðuførar (multiresistentar) ímóti antibiotika, er ein vaksandi trupulleiki kring heimin, sum í ringasta føri kann føra til, at fólk gerast álvarsama sjúk og doyggja av lutfalsliga banalum sjúkum, sum annars eru lættar av viðgera fyri, so leingi antibiotika virkar. Álvarsama avbjóðingin hevur verið kend í mong ár, og tykist nú tíverri at vinna fótafesti í Føroyum.
Í 2015 setti undirritaða fyrispurning um málið, og varð tá svarað, at fleiri tiltøk skuldu setast í verk heilt skjótt. Eitt nú svaraði táverandi landsstýrismaður: “Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku.” Og “ …. er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum…”
Men, sambært samrøðu í KVF við yvirlækna herfyri tykist ivasamt, hvørt tamarhald er á støðuni, og um alt, sum gerast kann, er sett í verk at binda fyri, at trupulleikin sleppur at vaksa.
Antibiotika, sum er og hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er sostatt komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í nógvum londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Mong sjúkrahús stríðast við trupulleikan, eisini í grannalondum okkara, har vit senda okkara sjúklingar.
Ein av fleiri orsøkum til stóra trupulleikan við mótstøðuførum bakterium, er ovurnýtsla av antibiotika bæði til menniskju og djór.
Í Kønbergfrágreiðinginini frá 2014 um norðurlendskt heilsusamstarv verður víst á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk. Fremsta tilmælið var tí eitt felags átak ímóti vaksandi mótstøðuførinum. Føroysku heilsumynduleikarnir luttóku í viðgerðini av frágreiðingini.
Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara, og siga eitt nú:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.”
Á Løgtingi 3.august 2017
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna