Lýsing

Verri lánimøguleikar hjá borgarum á smáplássum og á útoyggj

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini Óluva § 52a

 

Fyrispurningur um ringu lánmøguleikarnar hjá fólki á smáplássum og á útoyggj, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

Hvørjir lánmøguleikar eru hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella á smáplássum kring landið?
Hvørjir møguleikar eru til at fáa betri og javnari viðurskifti hjá fólki kring landið at fáa lán?

Hvat fer landsstýriskvinnan at gera fyri at loysa ójøvnu fíggingarviðurskiftini hjá fólki í ymsum pørtum av landinum? Klettskarð løgtingskvinna
 

 

 

Viðmerkingar:      

Fólk á útoyggj og á smáplássum hava ikki javnbjóðis møguleikar at liva ella at seta búgv, samanborið við meginøkini í landinum. Bankar og fíggingarstovnar lána treyðugt út til fólk, ið ynskja at seta búgv á smáplássum og á útoyggj. Og onkur sigur bart út nei at fíggja, og hetta hóast fólk hava inntøkur, ið áttu at rokkið til slíkt húsalán.

 

Somuleiðis er við vinnuligum virksemi. Fólk fáa ikki fígging til egið virksemi. Hetta er eisini hóast allar útrokningar prógva skilagott og burðardygt virksemi. Herfyri frættist um eitt slíkt dømi úr Mykinesi. Hvørki bankar ella fíggingarstovnar vildu fíggja ferðavinnuendamál, hóast eini 17.000 vitjandi verða tald at koma út í oynna um árið.

 

Tað almenna hevur ymsar fyriskipanir, t.d. útjavningarstuðul og flutningsskylda til útjaðaraøkini. Spurningurin er, um landsins myndugleikar skulu ella kunnu áleggja partvís almenna fíggjarstovni okkara ella øllum fíggjarstovnum skyldu at veita fígging kring alt landið.

 

Útoyggjafelagið hevur mangan víst á trupulleikan, og útoyggjaálitið nevnir møguleikan við einum fíggingargrunni at stuðla undir, at vinnuligt virksemi verður sett á stovn á smáu oyggjunum, og annars at stuðla nýskapandi og kreativum vinnum í útjaðaranum.

 

Tey samfelagsvirði og teir fyrimunir, ið natúrliga eru í einum oyggjasamfelag, skulu føroyingar fjálga um. Vit mugu skipa soleiðis fyri, at fólk, ið veruliga ynskja at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðarøkini, eisini skulu kunna rokna við eini tænastu, sum fyri okkum í meginøkjum er púra nátúrlig.

 

Hetta, at fólk á bygd fáa møguleikar at menna virksemi, tað hevur sera stóran týdning. Tað eru nógvir ótroyttir møguleikar á útoyggj og í útjaðaranum annars, ið kunnu skapa grundarlag fyri størri og breiðari búseting í framtíðini. Kanska serliga viðkomandi er hetta í hesum døgum, nú vit við ferðavinnuni royna at skapa nýggjar vinnur og trivnað kring landið alt.

 

Livigrundarlagið er dýrkað nógv í høvuðsstaðnum seinastu árini. Munurin í millum størri økini og útjaðaran hevur verið vaksandi, og er tað nú komið á eitt støði, har fólk í ávísum økjum í landinum ikki hava ráð at búleikast, samstundis sum onnur ikki fáa sett búgv, tí ongin fígging fæst.

Ikki er óvanligt at hoyra, at fólk ikki tíma at flyta heim, tí tað antin er ov dýrt, ella tí fígging til bústað ikki fæst.

 

Støðan á bústaðarøkinum er vorðin sera álvarsom. Allar góðar kreftir eiga at virka við til tess at loysa hetta álvarsmál við virðing fyri øllum pørtum av landinum.

Á Løgtingi, 7. september 2017

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad