Á tingfundinum í dag, setur Ingolf S Olsen munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, Landsstýrismann í fiskivinnumálum
Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at svara á løgtingsfundi 18. oktober 2017.
- Hví noktar Fiskimálaráðið (Vørn) at lata innlit í avreiðingarprísin fyri einstakar landingar?
- Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at innlit fram eftir verður latið í prísin fyri einstøku fiskasløgini í einstøkum landingum?
Viðmerkingar:
Allar landingar – slag, vekt og avreiðingarvirði – skulu fráboðast Vørn, men stovnurin noktar at lata innlit í avreiðingarvirðið.
Vørn grundgevur noktandi innlitið við, at avreiðingarprísurin bert er útvegaður til gerð av almennum hagtølum og tí ikki er fevndur av rættinum til alment innlit. Víst verður til § 10, nr. 5 í Løgtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum seinast broytt við løtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001.
§ 10, 5) í lógini um innlit í fyrisitingina er ásett, at ”tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av almennum hagtølum ella vísindaligum kanningum” er undantikið rættinum til skjalainnlit.
Men tað undrar, at Vørn ikki sjálvboðið viðgerð møguleikan at lata meirinnlit, tá biðið verður um innlit í avreiðingarprísir.
Avreiðingarprísirnir hava nevniliga sera stóran almennan áhuga av serliga tveimum grundum:
- Í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017 er í § 2, stk.1, 1. punktum ásett, at ”Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.”
Almenningurin, Føroya fólk, sum eigur alt tilfeingið í havinum hevur ongan møguleika at hava eftirlit við, um tess ogn verður handfarin skynsamt og umsett fyri best møguligan prís, um fólkið ikki til eina og hvørja tíð fær fult innlit í veruliga virðið á ognini. Ein fortreyt fyri hesum er, at alment innlit verður latið í avreiðingarprísirnar.
- Tá alment innlit ikki verður latið í avreiðingarprísirnar, er tað ómøguligt hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at fylgja við í, í hvønn mun dagsaktuellur avreiðingarprísur fyri ávís fiskasløg í ávísum landingum samsvarar við marknaðarprísin.
Henda vitan er grundleggjandi hjá bæði manningarfeløgunum og reiðarafelagnum, tá eftirlit skal haldast við, um sáttmálarnir verða hildnir, og í ”Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017” er beinleiðis ásett í § 7, stk. 1, at ”Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2017 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.”
Ingolf S. Olsen
løgtingslimur, Tjóðveldi