Lýsing

Katrin spyr um summartíð

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um summartíð, settur løgmanni, Aksel V Johannesen, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjir eru fyrimunirnir við at hava ‘summartíð’ í Føroyum?

2. Hvørjir eru vansarnir?

3. Hvør er orkusparingin við ‘summartíðini’?

4. Eru ætlanir um at endurskoða skipanina við ‘summartíð’?

Nú vit nýliga hava flutt klokkurnar aftur til ‘vanliga’ tíð hevur árliga kjakið um ‘summartíðina’ aftur tikið seg upp. Summartíð varð upprunaliga ætlað at tryggja fólki dagsljós. Við at byrja ein tíma fyrr til arbeiðis og í skúla, hava fólk frí ein tíma ‘fyrr’ og sostatt meira frítíð í dagsljósi. Tá summartíðin av fyrstan tíð varð innførd í fleiri europeiskum londum, var orsøkin tó sparing. Tankin var, at tað spardi orku at útnýtta dagsljósið betur.

Ikki øll londini, vit vanliga samanbera okkum við, hava summartíð. Ísland hevur til dømis ikki hesa skipan. Ført hevur verið fram, at londini, ið liggja so norðarlaga, ikki fáa so stóra nýttu av summartíðini.

Í løgtingslóg um summartíð (66/1980) verður heimilað landsstýrinum at áseta í kunngerð, at samdøgrið byrjar ein tíma fyrr, í mun til vanliga tíðarrokning. Við kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016, hevur Løgmaður lýst tíðarskeiðini fyri summartíðina fyri 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021. Sostatt er líkt til, at ætlanin er at halda á við summartíðini. Tað er tí áhugavert at fáa lýst, hvørjir fyrimunir og vansar eru við ‘summartíð’ í Føroyum.

Á Løgtingi, tann 31. oktober 2017

Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad