Tað er ikki mongum beskorið at koma út við einum yvirskoti upp á góðar 400 mió. kr., einum rakstrarvøkstri á uml. 2,5%, (umframt lønarvøkstur) einum vøkstri í fólkatalinum, ja, við einans einari minking, og tað er í arbeiðsloysistølunum.
Einar fjøltáttaðar Føroyar
Útreiðsluvøksturin er helst ov stórur, tí henda samgongan lovaði varsemi. Men nógv tiltrongdar raðfestingar eru gjørdar kring alt landið!
Rættiliga nógv er at tríva í, so hetta verður bert í fáum orðum at siga frá onkrum av tí, fíggjarlógin í 2018 umfatar.
Vit hava framt eina stóra og krevjandi yvirtøku av húsfólka-, familju- og arvarættarøkinum – eitt tað størsta og tyngsta øki at yvirtaka og umsita! Og eg fari at ynskja landsstýriskvinnuni og okkum øllum til lukku á sjálvbjargnisleið.
Náttúruverndarøkið verður uppraðfest, nú vit fáa nýggja náttúruverndarlóg í 2018 og umsiting við førleikum. Barnaøkið er somuleiðis uppraðfest, og barnsburðarfarloyvið er longt upp í 46 vikur.
Kreativar vinnur eru raðfestar. Nýggj fiskivinnulóggáva fer at skapa størri virðisøking, burðardygd og inntøkumøguleikar fyri land og fólk, og alilóggávan er nú eisini á gáttini. Størri framleiðsla innan landbúnaðarvørur, hóast ynskiligt er við meiri, etiskt ráð skal breiðka og dýpa um kjakið, eitt styrkt sjúkrahúsverk, granskingarmøguleikar og mong, mong onnur góð mál.
Hetta er eitt heilt annað samfelag, enn tað eg vaks upp í og átti míni børn í.
-Føroyar eru vorðnar eitt stað, tey ungu vilja búleikast í.
Norðoyggjar og Eysturoy
Í norður- og eysturøkinum eru stórar og góðar íløgur í væntu. Tekniska økið er lyft, so nú er játtað 6,8 mió til tól á Tekniska skúla í Klaksvík, og við hesum eru yrkisútbúgvingarnar nú allar dagførdar um alt landið! Tvey komandi árini verða 21 mió kr. játtaðar á Klaksvíkar Sjúkrahús: 6 mió til at fyrireika eitt nýtt tilboð í Føroyum um viðgerð av seinheilaskaddum, sum verður bjóðað sjúklingum, ið annars verða sendir av landinum. Gulu læknahúsini verða varðveitt og sett í stand til tað virksemið.
Miðnám á Kambsdali verður um- og útbygt fyri 30 mió. kr komandi fýra árini. Í 2018 eru 5 milliónir settar av, og við hesum verða allir miðnámsskúlarnir kring landið á sama støði.
Og so verður farið undir at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík komandi ár. Í 2018 eru 2 mió settar av og næstu árini 11 milliónir afturat.
Rokksavn og undirsjóarsavn
Tvær slóðbrótandi verkætlanir í Klaksvík fara at síggja dagsins ljós í næstum.
Einstaklingar hava tikið stig til Føroya Rokksavn í Klaksvík við endamáli at skipa føroysku rokksøguna í eitt savn. At varðveita og lýsa føroysku rokksøguna er bæði forvitnislig og nýskapandi ætlan, og tí hevur samgongan valt at stuðla hesum við 100t kr.
Samgongan hevur somuleiðis valt at stuðla undir projektering av undirsjóarakvarium á Borðoyavík, ið Føroya Sjómannadagur fer undir í næstum.
Føroya Sjómannadagur er sjálvboðin felagsskapur, ið hevur tikið stig til mangar kreativar verkætlanir, og nú eru ætlanir so um eina øðrvísi og nýhugsaða verkætlan á botni. 200t kr. eru settar av til hetta.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi