Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini
Harra formaður
Eg fegnist um, at tað er eydnast at koma higar til, at vit nú viðgera eina pensjónsnýskipan her í Løgtinginum. Og havandi í huga, hvussu leingi tað hevur verið tosað um hetta, og arbeiðsbólkar hava arbeitt við hesum, uttan at nakað spurdist burtur úr politiskt, ja, so eri eg ikki sørt errin av, at vera partur av hesi samgonguni, sum saman við Sjálvstýri og vónandi øðrum við, megnar at bera eisini hesa nýskipanina ígjøgnum.
Tá fleiri skulu semjast, kunnu onkrir bitar vera hersknir at svølgja, og eisini eg kundi hugsað mær ymiskt øðrvísi, um eg ráddi einsamallur. Treyðugt so, og onkrar broytingar kunnu eisini væntast hetta til vit um nakrar vikur atkvøða eina nýggja skipan ígjøgnum við 3. viðgerð.
Eg skal ikki dylja, at ideologiskt eri eg skrúvaður soleiðis saman, at eg heldur hevði ynskt eina 100 prosent kollektiva og samhaldsfasta skipan, har ongin kravd eginuppsparing var, men Samhaldsfasti afturfyri varð lyftur upp á 12-15 prosent. Hvat fólk so sjálvi høvdu hug til at spara upp afturat, skuldi so verið upp til teirra og als ikki verið mótroknað yvirhøvur.
Men tað er ikki politisk undirtøka fyri einari slíkari skipan. Og tað er tað heldur ikki fyri einari skipan, har eginuppsparingin var uppaftur størri, meðan Samhaldsfasti stóð í stað. Tí eru vit endað onkustaðni – ikki mitt ímillum – men tó so, at Samhaldsfasti er ein nokkso stórur lutur í samlaðu pensjónini hjá tí einstaka.
Tað er gott við samhaldsfestinum í huga, men tað er eisini gott, tá hugsað verður um haldførið fram eftir, tí Samhaldsfasti verður ikki forskattaður, sum eginuppsparda eftirlønin verður, men við útgjaldi.
Vit skulu eisini vera so mikið erlig, at vit tora at siga, at haldførið í landsbúskapinum er ein sera avgerandi orsøk til yvirhøvur at gera eina pensjónsnýskipan.
Jú, fortreytirnar eru nógv broyttar, síðani verandi pensjónsskipan fór av bakkastokki, fólk liva longri, stórir ójavnar treingja til at rættast, o.s.fr. Alt saman týðandi grundgevingar.
Men vit mugu eisini ásanna, at hildu vit bara áfram við verandi skipan, so smokkaði hon saman undir síni egnu vekt. Ella eisini gjørdu aðrar týðandi vælferðarsúlur tað, heilsuverkið til dømis. Ella, í triðja lagi, so skuldu vit rinda so nógv í skatti, at fólk helst høvdu tikið til rýmingar.
Tí vit verða alsamt fleiri pensjonistar og lutfalsliga færri løntakarar at gjalda lønarskatt. Tann gongdin fer at halda áfram í nógv ár fram eftir, eisini sjálvt um vit nú uppliva eina positiva gongd við nettotilflyting av ungum fólki.
Eg minnist ikki rættiliga øll tølini uttanat í hesum málinum, men meini meg hava sæð eitt roknistykki, sum vísti, at bara pensjónsøkið hevði eitt haldførishall á einar 700 milliónir krónur í einum 30 ára tíðarperspektivi. Altso hevði pensjónsøkið einsamalt elvt til eitt landskassahall á 700 milliónir krónur um árið til ta tíð. Onkur kann rætta meg, um tølini ikki eru heilt røtt.
Men røttu tølini eru í øllum førum sera stór, og prinsippið er rætt.
Tí má búskaparliga haldførið betrast, um vit framhaldandi skulu hava eitt vælferðarlsamfelag og samstundis ein sjálvbjargnan búskap, sum hongur saman.
Eg skal ikki fara longur inn í tølini, teknikkin og ymisku ásetingarnar, tí tað er longu so væl lýst av fleiri.
Men heldur vil eg nema eitt sindur við nakrar hugsjónir, sum eg haldi vera neyðugar at hava afturvið sjálvum høvuðsrættinum, sum er pensjónsnýskipanin.
Tí vit tosa so nógv um hetta, møguleikan fyri øðrumegin framhaldandi at kunna hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, sjálvt um formligi pensjónsaldurin ER rokkin og hinumegin at kunna fara fyrr upp á pensjón, um ein hevur havt eitt hart arbeiðslív og tískil er útslitin, áðrenn formligi pensjónsaldurin er rokkin.
Viðvíkjandi tí at arbeiða út um pensjónsaldur, so mugu vit minnast til at dagføra aðra lóggávu, soleiðis at hesi, sum velja at arbeiða longri, framhaldandi eisini vera fevnd av øllum øðrum skipanum á arbeiðsmarknaðinum. Tí soleiðis er støðan ikki í dag. Um ein fiskimaður til dømis verður verandi umborð, eftir at hann er fyltur 67, so fær ein IKKI sjúkradagpening, um hann skuldi komið illa fyri.
Men eg havi skilt á Eyðgunn Samuelsen, at hon sjálvsagt ætlar, at tey sum arbeiða út um pensjónsaldurin fáa neyvt somu sømdir, sum tey, ið eru undir pensjónsaldri.
Og sjálvsagt skulu vit ikki vera so fýrakantað, at vit forða eldri fólki at arbeiða, um tey hava hug og orku til tað. Tað er best fyri tey, og tað er best fyri alt samfelagið. Tí skulu vit heldur ikki vera alt ov pýrin, tá vit mótrokna.
Men hinvegin mugu vit ikki gloyma, at meginreglan fyri eini pensjónsskipan er, at pensjón kemur Í STAÐIN fyri lønarinntøku og ikki AFTURAT – í øllum førum ikki óavmarkað. Tí skal samlaða pensjónin eisini vera nóg stór.
Men hin parturin er meira áhugaverdur, haldi eg. Altso tey, sum verða útslitin alt ov tíðliga.
Vit skulu sjálvandi hava smidligar skipanir fyri tey. Men grundleggjandi haldi eg als ikki, at vit eiga at góðtaka, at so nógv verða fysiskt niðurslitin av arbeiði á alt ov ungum árum í okkara framkomna samfelag. At tey annaðhvørt verða avlamin og mugu hava fyritíðarpensjón ella verða so móð, at tey vilja sleppa av arbeiðsmarknaðinum fyri tíð.
Tí tey eru alt ov nógv.
Og tí eiga vit í kjalarvørrinum á sjálvari pensjónsnýskipanini at leggja stóran dent á at dagføra og herða lógir og reglur um arbeiðsumstøður og arbeiðsumhvørvi, soleiðis at vit alvorliga fáa minkað tey í tali, ið verða útslitin av arbeiði – bæði fysiskt og psykiskt.
Hetta snýr seg um arbeiðsumhvørvi generelt, men serliga í fiskivinnuni á sjónum er støðan ring.
Á Sjómannadøgunum í Klaksvík í 2016 var eitt daglangt tiltak, har sjóneykan varð sett á trygdina á sjónum.
Millum annað hevði Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, eitt innlegg, sum eg við formansins loyvi ætlaði at endurgeva eitt brot burturúr.
Hann segði millum annað:
”Fiskimenn eiga at sleppa at pensjonerast, tá teir eru 60. Tað eigur at verða ein gestus frá samfelagnum.
Nú havi eg í 30 ár sitið í pensjónsnevndini í Føroyum og játtað avlamispensjón, og eg má siga, at eg havi sæð øgiliga nógvar menn, sum í aðru helvt á 50’unum geva upp at arbeiða á sjónum og siga, at nú orka teir ikki meira og fáa avlamispensjón. Tí teir eru niðurslitnir. Teir hava ymiskar trupulleikar í rørslulagnum, ilt í ryggi og akslum o.s.fr.
Í ávísum pørtum av flotanum hevur tað, í hvussu er til fyri stuttum, verið so, at ein einstakur maður skuldi lyfta ekstremar byrðar, kanska upp á eini 80 kilo. Hasar har søgurnar vildi eg fegin fingið burtur, tí hatta er ein sovorðin kovboymentalitetur, sum ikki hoyrir til í einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði.”
Nú helt serlæknin, at allir fiskimenn eiga at pensjonerast sum 60 ára gamlir. Tað gevi eg honum rætt í, sum viðurskiftini eru í stórum parti av flotanum í dag. Men vit eiga í fyrsta lagi at gera alt fyri, at tað ikki kemur har til, at menn og kvinnur orsakað av hesum kovboymentalitetinum, sum hann málber seg, ikki MEGNA at arbeiða meira, tá teir eru komnir upp í 50-ini.
Tí eiga vit at seta nógv strangari krøv til arbeiðsplássini og arbeiðsumhvørvið, enn vit gera í dag.
Takk fyri