Á tingfundinum mikudagin spyr Bjørt Samuelsen, tingkvinna um betri skipan av fuglaveiðu
- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fuglaveiðuna soleiðis, at veiðan er burðardygg, og soleiðis, at tey, sum liva av jørð og lunnindum, hava fremsta rættin at veiða, tá neyðugt er við avmarkingum?
- Metir landsstýrismaðurin at nóg væl verður fylgt við støðuni hjá svartfuglastovnunum?
- Metir landsstýrismaðurin, at fuglaveiðan eigur at skrásetast, soleiðis, at betri kann fylgjast við hvørt hon gongur stovnunum ov nær?
Viðmerkingar
Spurningurin verður settur við støði í áheitan frá Útoyggjafelagnum, um at gera nakað við óskipaðu fuglaveiðuna. Felagið skrivar í novemur í fjør soleiðis í almennari áheitan:
“Í fleiri ár hava útoyggjarnar sjálvbodnar, við samtykt á grannastevnum, fylgt ynskinum frá myndugleikunum um ikki at fleyga lunda, orsaka av at stovnurin er hóttir.
Men samstundis sum tey á útoyggjunum ikki loyva sær at gagnnýta tað fuglatilfeingið, ið búleikast har, fyri at verja fuglastovnin, so fer ein ógvuslig veiða ígongd stutt eftir at bútíðin er liðug. Hetta meta útoyggjafólk ikki gevur nakra meining. At verja fuglin við ikki at fleyga, tá hann verður skotin av øðrum so skjótt hann kemur á sjógv. Stórt tal av bátum, harav fleiri skjóttgangandi, veiða svartfugl í túsunda tali.
Samstundis sum útoyggjafólk ikki kunnu fáa sær til eginnýtslu, ja ikki so frægt sum til eitt kók, so veiða onnur fuglin beint fyri nøsini á teimum í stórum talið – ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja, eitt nú á facebook, fyri uppí 175,- kr. stykkið.
Vit hava í nógv ár gjørt vart við, hjá avvarðandi myndugleikum, at hetta vendir ikki rætt, og at tað er neyðugt við góðum og greiðum fyriskipanum á hesum økið, so fuglastovnurin verður troyttur burðardygt og útoyggjarnar fáa sín sjálvsagda part.
Tí fara vit at heita á teg, sum hægsta myndugleika á økinum, um at fáa nevndu viðurskifti í rættlag. Kemur hetta ikki upp á pláss, síggja vit ikki aðra gongda leið, enn aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggjunum. “
Á Løgtingi 5. februar 2018
Bjørt Samuelsen
tingkvinna