Lýsing

Merkið eyðmerkir okkum sum føroyingar og føroysk tjóð

Flaggrøða hjá Katrin Kallsberg hildin í Hvalvík, á flaggdegnum 2018:

Í dag hátíðarhalda vit Merkið.

Hetta vakra krossmerki, sum var borið fram á fyrsta sinni í juni 1919, av Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Hóast fólk longu í 1920-árunum byrjaðu at flagga við Merkinum, gingu tó góð 20 ár, áðrenn Merkið fekk almenna viðurkenning sum føroyskt tjóðarmerki 25. Apríl 1940.

Merkið er okkara, og hevur nú í 78 ár fylgt okkum føroyingum á okkara ferð gjøgnum lívið. Frá borðflagginum, sum á føðideildini verður borðið inn á bakkanum við einum themunni eftir at kvinnan hevur átt, til Merkið sum flaggar í hálvari stong, tá vit fara herfrá.

Merkið er fyri okkum øll, líkamikið hvørji vit eru, hvaðani vit koma, ella hvør okkara trúgv ella politiska sannføring er.

 

Merkið eyðmerkir okkum sum føroyingar og føroysk tjóð.

 

Hóast Merkið sostatt er fyri okkum øll, hava vit helst øll ymiskar tankar og kenslur fyri tí. Eg ivist ikki í, at tað ættarliðið, ið stríddist fyri at vinna Merkinum viðurkenning, hevði aðrar kenslur fyri Merkinum, enn fleiri í yngru ættarliðunum hava. Men eg ivist tó heldur ikki í at kenslurnar eru sterkar enn, tað sæst til landsdystir, á stevnum og í politikki.

Og nú eg nevni politikkin – Hóast orðaskiftið mangan tykist hvast á løgtingi, og tað kann vera torført at finna felags stev, so eru helst øll á løgtingi samd um at vilja Føroyum væl.

Tað var ein vøkur løta í gjár, tá tingsetan endaði við at øll sungu tjóðsangin, og tað mundu vera fleiri við mær, ið hugdu at vakra Merkinum í tingsalinum hesa løtuna.

Latið okkum nýta dagin í dag, nú vit hátíðarhalda Merkið, at hugsavna okkum um alt tað nógva, ið savnar okkum.

 

Tað er ikki sørt hugfarsligt hjá mær at standa her í dag í Hvalvík. Sum smágenta flutti eg við familjuni úr Havn norður til Eiðis, har pápi mín var kommunulækni. Hóast Eiði (enn) ikki er í Sunda kommunu, var tað tá, sum í dag, í sama læknaøki. Tað var í tí tíðini, tá læknar enn fóru sjúkravitjan. Eiðis læknadømi var vítt um at fara, og eg slapp mangan túrin við, tá boð vóru eftir lækna. So sat eg í køkinum og bíðaði, meðan tann sjúki varð kannaður. Eg havi mong góð minni frá tí tíðini, men serliga væl minnist eg einu ferðina í Tjørnuvík, har eg fyrstu ferð smakkaði ’Knorr aromat’ uppá skerpikjøt. Tað var øgiliga nýskapandi í míni verð.

 

Men tit her í Sunda kommunu duga jú kynstrið at skapa nýtt úr tí góða gamla enn í dag. Átakið hjá tykkum at varðveita staðarnøvn og skráseta gomlu bygdargøturnar er eitt gott dømi um hetta. At nýta nýggju tøknina at varðveita tað gamla og á tann hátt halda tí livandi, er alla æru vert. Blíðskapurin í Tjørnuvík er hin sami, og eg skilji væl at listafólkini trívast so væl í gamla skúlanum.

Takk fái tit fyri tað.

 

Tá familjan flutti av Eiði til Havnar byrjaði eg hjá skótunum. Í hugnaligu skótahúsinum við Havnará lærdu vit gentur mangt og hvat. Patruljan hjá okkum æt Vípan og sjálvandi høvdu vit okkara egna vakra flagg. Um vit savnaðust til skótafundir ella ferðaðust kring landið var okkara patruljuflagg altíð við. Hetta flaggið eyðmerkti okkum sum ’patrulju’, og hóast ymisk fløgg vóru til ymisku patruljurnar, savnaðust allar patruljurnar um Merkið.

Ein rættur skóti má hava ein góðan ryggsekk við pláss til soviposa og útgerð. Eg minnist enn, hvussu stolt eg var, tá eg hevði seymað mær eitt lítið flagg á annan síðulumman á mínum bláa ryggsekki. Hesin ryggsekkur hevur síðan fylgt mær á mongum ferðum.

Í 1992 vóru eg og maðurin (og ryggsekkurin) á ferð í Himmalayafjøllunum. Hóast barnvaksin undir Slættaratindi var tað sera stórsligið at vera á ferð í hesum fjøllunum. Fólkið var sera fyrikomandi, og tað var eyðsæð at buddistiska trúgvin fylti nógv í dagligdegnum. Nærum allastaðni hingu fagurlitt buddistisk bønarfløgg. Hesi sermerktu, tríkantaðu marglittu fløggini, sum veitrandi í vindinum sendu bønir til himmals. Og hóast fløggini ikki vóru okkara fingu vit eina góða kenslu, tá vit fingu at vita, at bønirnar fløggini sendu til himmals umfataðu okkum øll – ikki einans buddistarnar, ið búðu í økinum.

Tó at vit møttu fólki úr ymiskum londum, kendist ongin við Merkið á mínum ryggsekki. Men so ein dagin á veg niðan á tindin Kala Pattar í góðum 5600 metra hædd, steðgaði ein maður okkum. Hann var eysturríkari og kendist beinavegin við føroyska flaggið. Tað var tó ikki við gleði og stoltleika hann kendist við Merkið, men heldur eyðmýking og skomm. Hann var fótbóltsfjeppari og hóast hetta vóru 2 ár eftir søguliga dystin í Landskrona, var hann enn keddur um úrslitið, men eisini hugtikin av føroyska fótbóltslandsliðnum. Merkið kendist hann við, og vit fingu eitt hugnaligt prát.

 

Meðan vit óttaleys fjakkaðu frítt um í Nepal og fjareystri brast kríggj á í táverandi Jugoslavia. Heimafturkomin fyltu myndir frá ræðuleikunum, kríggið á Balkan hevði við sær fyri fólkið har, miðlarnar. Tó at ryggsekkurin var lagdur til viks í nøkur ár, meðan eg gjørd

 

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad