Lýsing

Lyfti verða hildin

Í grein á netmiðlunum tvíheldur Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri, um, at fiskimaðurin er villeiddur av núverandi fiskimálaráðharra og samgonguni, tí reiðararnir eftir øllum at døma aftur eru farnir at draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningin verður avroknað.

Tað er tó við vissu ikki av umsorgan fyri manningunum, at Jacob Vestergaard letst ilskast inn á, at tær skulu rinda fyri at fiska. Fólkaflokkurin hevur ongantíð havt ætlanir um nakað annað.

Manningarnar blivu ongantíð undantiknar í nøkrum av teimum veiðigjøldunum, sum vóru ásett, meðan júst Jacob Vestergaard var fiskimálaráðharri, og flokkur hansara hevur fleiri ferðir sligið fast, at hann ætlaði at halda áfram eftir sama leisti.

Lyftið er um veiðigjaldið
Tað er heldur ikki rætt, tá Jacob Vestergaard ákærir samgonguna fyri at villeiða fiskimenninar. Ongin er villeiddur, men rætt skal vera rætt, partar av prosessini eru seinkaðir.

Jacob Vestergaard byrjar grein sína soleiðis: ”Tað bleiv sagt týðuliga og klárt, manningin skuldi onki rinda fyri tað, sum bleiv keypt á uppboðssølu.”

Well, um so er, so má tað vera onkur í andstøðuni, sum hevur sagt tað, ella onkur heilt annar, tí tað sum samgongan hevur sagt, er, at manningarnar ikki skulu vera við til at rinda veiðigjaldið. Veiðigjaldið er tað gjaldið, sum grundað á eina roknaða tilfeingisrentu verður lagt á fiskiskap, sum IKKI eru fevndur av uppboðssølu.

Og tað er so nógv tann størsti parturin av samlaða føroyska fiskiskapinum – 100 prosent av botnfiskiskapinum undir Føroyum og Íslandi, 85 prosent av øllum øðrum fiskiskapi undantikið svartkjaftafiskiskapi, har 75 prosent eru fevnd av veiðigjaldi. Allur hesin fiskiskapur kemur ikki nær námind nakrari uppboðssølu, og manningarnar skulu heldur ikki rinda nakað veiðigjald fyri hann.

Lyftið verður hildið
Tí lyftið um veiðigjaldið fer at verða hildið.

Tað er í veruleikanum longu hildið í sjálvari lógini um sjófeingi, har tað í § 13, stk. 4 stendur soleiðis: ”Fyri rættindi, latin sambært hesi løgtingslóg, tó undantikið rættindi sambært §§ 14-18, rindar rættindahavari veiðigjald samsvarandi tilfeingisrentuni, ið verður ásett í serstakari løgtingslóg. Gjaldið fer í landskassan ella í Búskapargrunn Føroya.”

Men henda ásetingin forðar helst ikki einsamøll fyri møguligum sáttmálatrætum um, hvørt veiðigjaldið er loyvdur frádráttur – altso um reiðararnir/rættindahavararnir kunnu draga tað frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar.

Tað fer lógin um veiðigjald hinvegin at forða fyri.

Lógin kemur í heyst
Tíverri eydnaðist tað ikki at fáa samtykt lógina um veiðigjald í hesi tingsetuni, og tí datt uppskotið burtur. Men tað skal leggjast fram aftur og avgreiðast so skjótt sum til ber í næstu tingsetu, ið byrjar á ólavsøku. Og ásetingarnar, sum tryggja, at hýrurnar ikki ávirkast av veiðigjaldinum, verða tær somu sum í gamla uppskotinum – nevniliga at rættindahavararnir kunnu draga hýrurnar frá í útrokningargrundarlagnum fyri veiðigjaldinum.

Ongar beinleiðis ásetingar eru hinvegin um, hvør skal rinda uppboðssølugjaldið, hvørki í nýggju lógini um sjófeingi ella í burturdotna uppskotinum til lóg um veiðigjald.

Ásetingar um, hvør skal rinda uppboðssølukostnaðin, eru ikki við, tí vit í samgonguni virða frælsa samráðingarrættin.

Valla høvdu hvørki reiðarar ella manningarfeløg verið fegin, um tey fullkomiliga vórðu tikin av ræði, og øll viðurskifti, sum vanliga eru upp til sáttmálapartarnar at greiða, bara blivu ásett við lóg.

Munur á gjøldum
Ein kann so í tí ljósinum sjálvandi spyrja, hví tað er so umráðandi at áseta við lóg, hvør skal rinda veiðigjaldið, men ikki uppboðssølugjaldið.

Sum longu nevnt, er tað tó soleiðis, at lógin um sjófeingi ásetir, at tað er rættindahavarin, sum rindar veiðigjaldið, men eftir uppskotinum um lóg um veiðigjald skulu reiðararnir kunna draga hýrurnar frá, tá veiðigjaldið verður roknað út.

Her er altso talan um eitt gjald, sum útilokandi verður sett á rættindini at fiska. Tað skal gjaldast av rættindahavaranum, uttan at hesin tó skal rinda meira orsakað av, at manningarnar onki skulu gjalda.

Sáttmálaspurningur
Við uppboðssølugjaldinum er støðan øðrvísi. Her verður bjóðað eitt kilogjald fyri yvirhøvur at sleppa at fiska. Vanliga er tað ein sáttmálaspurningur, hvussu slíkar beinleiðis rakstrarútreiðslur verða býttar millum reiðarí og manning – um tær yvirhøvur skulu býtast.

Í teimum seinastu royndaruppboðssølunum, sum vóru, áðrenn vit fingu nýggju lógina um sjófeingi, var tó ásett, at manningarnar ikki skuldu vera við til at gjalda uppboðssølugjaldið. Men hetta var júst, tí talan var um royndaruppboðssølu í eini skipan undir avtøku.

Tí í gomlu skipanini var flotin skilliga býttur í veiðibólkar. Manningarsáttmálarnir eru eisini skrúvaðir saman við støði í hesum uppbýti við tí úrsliti, at bæði býtisprosent og loyvdir frádráttir eru sera ymisk fyri hvønn veiðibólk.

Í eini royndaruppboðssølu hevði tað tí verið sera óheppið, um ávísir veiðibólkar kundu gjørt sær dælt av ymisku býtisprosentunum – teir við teimum hægstu býtisprosentunum høvdu kunnað bjóðað meira enn hinir, tí manningarnar við hægst býtisprosenti høvdu skula goldið samsvarandi meira av rokningini. Fyri at royndaruppboðssølan skuldi geva meining, hevði tað stóran týdning, at tey, sum bjóðaðu, í størst møguligan mun kundu gera tað undir javnbjóðis fortreytum.

Fyribils lóg
Tann støðan er fyri so vítt galdandi enn, tí gomlu sáttmálarnir hava enn gildi. Partarnir hava longt teir, meðan bíðað hevur verið eftir fiskivinnunýskipanini. Og teir bíða enn, tí lógin um veiðigjald ikki er samtykt enn.

Høvdu vit vita, at lógin um veiðigjald ikki bleiv samtykt skjótt eftir nýggjár, so hevði ásetingin frá tíðini við royndaruppboðssølu um, at manningarnar ikki skuldu rinda fyri uppboðssøluna, eisini verið við í ”Løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018”. Tað er henda lógin, sum nú ásetir veiðigjaldið, men upprunaliga var hon bert ætlað sum ein fyribils lóg, ið skuldi galda, til nýggja lógin um veiðigjald var samtykt. Tá, beint fyri jól, var jú væntað, at nýggja lógin fór at verða samtykt stutt eftir nýggjár.

Samanumtøka
Hetta er alt saman eitt sindur fløkt at greiða frá, tí vit hava bæði við gamlar lógir, samtyktar lógir, burturdottin lógaruppskot, kunngerðir og sáttmálar at gera.

Men tað stutta av tí langa er, at lógin um veiðigjald kemur í heyst, og hon fer saman við nýggju lógini um sjófeingi at tryggja, at bara rættindahavararnir rinda veiðigjald.

Samstundis fer nýggja lóggávan at geva manningarfeløgunum eitt sera gott útgangsstøði fyri at gera nýggjar sáttmálar, har uppboðssølugjaldið ikki er loyvdur frádráttur hjá reiðarunum.

Tí alt lógargrundarlagið, sum verandi sáttmálar eru smíðaðir omaná, er grundleggjandi broytt. Ásetingin um, at tað er rættindahavarin – og harvið ikki manningarnar – sum rindar veiðigjaldið, er eisini eitt gott argument fyri, at manningarnar heldur ikki skulu rinda uppboðssølugjaldið.

Men tað er sjálvandi ein uppgáva fyri manningarfeløg og reiðarar at fáa tann partin upp á pláss, nú tey á heilt nýggjum grundarlagi fara at samráðast um nýggjar sáttmálar.

Prísurin á uppboðssøluni verður sjálvandi tað lægri, um manningarnar ikki skulu vera við til at rinda, og tað er eisini í lagi.

Ingolf S. Olsen
framsøgumaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad