Lýsing

Føroyskur ognarskapur og avgerðarrættur krevst fyri at gagnnýta føroyska sjóðfeingið

Svar til § 52a fyrispurning nr. 81/2017 frá Edmund Joensen, løgtingsmanni

Fyrispurningur um veiði- og fiskiloyvir til laksafiskiskap, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

1. Tá veiði- og fiskiloyvini fyri 10 árum síðani vórðu uppsøgd og fullu aftur til landið 31. desember 2017, var hetta tá eisini galdandi fyri loyvini at fiska laks á opnum havi?

2. Hevur landsstýrið útlutað laksaloyvi av nýggjum, síðan nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar 2018 og til hvønn?

3. Heldur landsstýrið tað verða skilagóðan fiskivinnupolitikk at selja víðari veiði- og fiskiloyvi til umhvørvisfelagsskapir, og er hetta í tráð við galdandi lóggávu?

Svar:

Til nr. 1.
Øll veiðiloyvi fóru úr gildi 1. januar 2018 – eisini hjá teimum skipum, sum áður hava fiskað laks á opnum havi.

Til nr. 2.
Nei, onki loyvi er latið at fiska laks, síðani løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar 2018.

Til nr. 3.
Tað er ikki fiskivinnupolitikkur landsstýrisins og tíansheldur skilagott, at veiði- og fiskiloyvi verða seld privat – heldur ikki til umhvørvisfelagsskapir. Sum spyrjaranum helst kunnugt hevur sitandi landsstýrið júst gjørt nakað við hendan politikkin hjá undanfarnum landsstýrum við at leggja fram nýggja lóggávu, sum Løgtingið samtykti í desember 2017.

Í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er ásett, at livandi tilfeingi, herundir arvafrøðiligt tilfar, í føroyskum sjógvi og tey rættindi, Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, eru ogn Føroya fólks, og at lógin millum annað hevur til endamáls at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks. Víðari er ásett, at fyri at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættindum at veiða ella at gagnnýta rættindi krevst, at persónurin ella felagið hevur góðkenning frá landsstýrismanninum til at reka virksemi innan fiskivinnu, til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í §§ 6, 7 og 9 í lógini.

Tað eru sostatt bert persónar og feløg í Føroyum við einans føroyskum ognarskapi og avgerðarrætti, sum kunnu fáa rætt at gagnnýta føroyskt sjófeingi. Umhvørvisfelagsskapir í útlandinum lúka ikki hesar treytir og kunnu tí ikki hava rætt at gagnnýta føroyskt sjófeingi.

Sum ásett í løgtingslógini, er føroyska sjófeingið ætlað persónum og feløgum í Føroyum við einans føroyskum ognarskapi og avgerðarrætti at gagnnýta til frama fyri alt samfelagið og samfelagsbúskapin. Endamálið er at eggja til virksemi í Føroyum og á tann hátt at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta sjófeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.

Hvørki privat feløg, einstaklingar ella felagsskapir hava sostatt nakað ræði á fiskivinnupolitikkinum og avgerðum um, hvørji fiskasløg loyvi kann gevast at veiða í føroyskum sjógvi og eftir hvørjum treytum. Føroya landsstýri hevur óskerdan rætt at fyrisita okkara sjófeingi vegna Føroya fólk eftir teimum reglum, sum eru ásettar í lógini og sambært teimum altjóða avtalum og sáttmálum, ið Føroyar gera sum tjóð.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad