Lýsing

Fyrispurningur um plastdálking og avleiðingar fyri livandi tilfeingið í havinum

Fyrispurningurin er settur av Bjørt Samuelsen, til landsstýriskvinnuna í náttúruverndarmálum, Sirið Stendberg at svara skrivliga eftur TS § 52a

  • Hvørji átøk hevur ella ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at avmarka og steðga plastdálkingini av sjóøkinum?
  • Í hvønn mun verður mett at nógva plastið, sum dálkar strendur og hav, skaðar livandi tilfeingið, sum fugl, fisk og hval, bæði bráðfeingis, men eisini, sum frá líður?
  • Eru tillagingar/broytingar gjørdar í umhvørvisgóðkenningunum í sambandi við undirsjóvartunlar, havnaútbyggingar og aðrar útbyggingar, soleiðis, at dálkingingin við plastleidningum verður avmarkað so nógv, sum á nakran hátt er gjørligt?

 

Viðmerkignar

Plastdálking er ein stór hóttan mótið havumhvørvinum, og ein vaksandi avbjóðing, eisini her hjá okkum. Plastið er til ampa fyri og kann skaða havsins djór og fuglar. Men plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna, og harvið tað tilfeingið, sum er dyggur partur av livigrundarlagi okkara. Mett verður at áleið 8 milliónir tons plast verður blakað í heimshøvini árliga, og er mongdin enn vaksandi.

Í februar í ár setti undirritaða munnligar fyrispurningar um dálking við plastleidningum her heima. Landsstýriskvinnan svaraði tá millum annað, at tá umhvørvisgóðkenningarnar vórðu latnar, visti Umhvørvismyndugleikin ikki um trupulleikan við dálking við plastleidningum, men at hetta fór mann ikki at góðtaka, og fór at taka hond um trupulleikan.

Landstýriskvinnan vísti á, at trupult er at sleppa heilt undan dálkingini, men legði dent á at: “ … mann hevur tikið málið upp og arbeiðir við at broyta umhvørvisgóðkenningina, so mann fær avmarkað og støðgað hesum so vítt møguligt, sum mann kann”.

At avmarka dálking við plasti er høgt á dagsskránni í londunum kring okkum. Eitt nú heitti Útnorðurráðið herfyri á stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi um at seta í verk kanning av mikroplasti í havsins livandi tilfeingi, umframt at kanna hvussu útbreidd plastdálkingin er í Norðuratlantshavi. Og mælti somuleiðis til, at londini seta í verk tiltøk at avmarka nýtsluna av plasti og mikroplasti.

Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram hvat longu er gjørt, og hvat meira kann gerast, til tess at avmarka og steðga plastdálkingini.

 

Á Løgtingi 8. aug 2018

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad