Lýsing

Fleiri leiguíbúðir á veg til bústaðarmarknaðin

Byggi-og býarskipanarnevndin hevur samtykt at fara undir eina nýggja byggiverkætlan í arbeiðinum at bøta um støðuna á bústaðarmarknaðinum í kommununi. Talan er um at byggja leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum. Økið, sum verður boðið út til bygging og leiguumsiting, er 10.500 fermetrar.

Arbeiðið við einum nýggjum bústaðarpolitikki fyri kommununa, sum varð almannakunngjørdur her fyri, vísti greitt, at stórur tørvur er á leiguíbúðum í kommununi. Sum liður í hesum nýggja bústaðarpolitikki er tí tikin avgerð um at raðfesta leiguíbúðir frammarlaga, og harvið eisini ein høvuðsstað við einum fjølbroyttum bústaðarmarknaði. Vit gleðast um stóra fólkavøksturin, ið stendst av bæði netto burðaravlopi og netto tilflyting. Ásannast má, at kommunan tíverri hevur verið afturúrsigld viðvíkjandi bygging av bústøðum, ið hóska til eitt nú bólkarnar ung, einsamøll og gomul. Samtyktin um at fara undir bygging av leigubústøðum undir Kongavarða á Argjum er sostatt eitt stig á leiðini at bøta um støðuna; og “allur bati bøtir” sigur orðatakið.

Tað eru bygd fimm íbúðarhús undir Kongavarða og sbrt. uppruna ætlanini fyri økið, er pláss fyri trimum íbúðarhúsum afturat sunnanfyri verandi hús á matr. nr. 255a, Argir, ið kommunan eisini eigur.

Niðanfyri hettar økið liggur raðhúsabygging, og oman fyri økið liggja sethúsaútstykkingar á Klingurstjørn.

Økið undir Kongavarða er tí eitt økið við fjølbroyttum bústaðarsløgum, har tað bæði er møguleiki fyri sethúsum við egnum grønum øki, raðhúsum við eini størri savnan av felagshentleikum og íbúðarhúsum við ymsum støddum av bústaðareindum.

Sum ein liður í ætlanini hjá kommununi um at skapa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað verður hendan verkætlanin boðin út til bygging og umsiting av leiguíbúðum. Økið verður tískil karmur um ymisleika, har leigubústaðir kunnu fáast til taks hjá borgarum við ymiskum tørvi.

Ynski er, at endaligu íbúðarhúsini verða karmur um fastan bústað hjá einum breiðum skara av borgarum, bæði lesandi, barnafamiljum, støkum og eldri.

Fakfólk vísa á, at ymiskleiki í einum býlingi hevur góða og jaliga ávirkan á, at virksemi, lív og trivnaður er í einum øki. Áhugin og luttøkan hjá tí einstaka íbúgvanum í einum bústaðarøki er so ymisklig, hvørt talan t.d. er um børn, lesandi, partar av eini barnafamilju ella eldri fólk o.s.fr. Blandingin av ymsum borgarum skapa karmin um ein livandi býling, og tað er júst hetta, ið Tórshavnar kommuna ynskir at arbeiða fyri og at stuðla undir.

Tilgongdin er byrjað; m.a. við at gera útbjóðingartilfar, serstaka byggisamtykt, stødd, staðseting, útsjónd, tal og slag av íbúðum, tíðarætlan, kloakk o.a. leiðingar, atkomu o.s.fr.

 

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad