Svar uppá fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, í løgtingsmáli viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
- Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við?
- Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg?
- Hvussu er samtakið JFK/ Kósin/ Næraberg skipað?
- Er virksemið so nógv skert hjá hesum samtakinum, nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina?
- Hvussu nógv er virðið av tí útlutaða til Norðoyggjar í sambandi við lógina um sjófeingi (75%)?
- Hvussu kunnu útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum metast í komandi tíðum?
Viðmerkingar:
Nógv er sagt og nógv er skrivað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Hvussu hon fór at virka, hvørjar avleiðingarnar fara at vera og hvussu ávirkanin longu sæst. Men hvussu sær veruleikin út handan fiskivinnuna í Norðoyggjum síðan henda samgongan tók við?
Herfyri frættist, at verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg (hvørs útgerðarmaður er Hanus Hansen) er seldur orsakað av fiskivinnunýskipanini. “Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum” málber reiðarin hjá trolaranum seg (sitat Portalurin 23.07.2018)
Tað er neyðugt at fáa greiðu á, hvør veruleikin er handan vinnuliga virksemið í fiskivinnuni á sjógvi sum á landi. Um viðurskiftini í einstøku fyritøkunum eru versnað, og somuleiðis um manningarviðurskiftini eru broytt.
Endamálið við fiskivinnunýskipanini var at fáa greiða og gjøgnumskygda lóg, ið m.a. byggir á stovnsrøkt og burðardygga veiði og vinnuliga nýskapan. Samstundis sum møguleikin at bjóða seg fram er stimbraður, eru atlit tikin at verandi vinnu. Løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi, sum hon varð samtykt, skuldi ikki forða vinnurekandi at halda fram við sínum virksemi, og teimum varð tí tryggjað virði væl
oman fyri miðal seinastu 10 árini, samstundis sum fiskimanninum eisini vórðu tryggjað góð viðurskifti.
Persónar og feløg, sum tóku lut í fiskiskapi í 2017 skuldu halda fram, tó við ymsum tillagingum. Og sama við feløgum, sum við gildiskomu lógarinnar ikki luku treytirnar um føroyskan ognarrætt, skuldu hesi fáa skiftistíð at laga seg til nýggju krøvini.
Hóast fyrsta árið bert er hálvrunnið, er tíðin búgvin at fáa tey fyrstu tølini, hvussu viðurskiftini kring nýggju lóggávuna hava roynst. Og hóast spáað varð, at Klaksvíkar kommunua fór at hava mikið lakari úrslit, eini 70 milliónir færri í kassanum við nýggju skipanini, so vísa fyrstu tølini tað øvuta, nevniliga at kommunan fyrra hálvár í 2018 hevur ein vøkstur upp á 3,6 %.
Svar:
Til nr. 1.
Viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum eru munandi batnað seinastu árini, síðan hendan samgongan tók við. Til tess at lýsa hetta, eru í talvu 1 nøkur tøl frá Hagstovuni, sum lýsa, hvussu nógvir løntakarar eru í Norðoyggjum í ávikavist fiskivinnu og fiskavøruídnaði árini 2011 til 2017.
Løntakaratølini hjá Hagstovuni staðfesta, hvussu nógv fólk eru í arbeiði ella fáa løn í miðal gjøgnum árið í hesi vinnugrein.
Her sæst, at talið av løntakarum, bæði í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, er hækkað síðan hendan samgongan tók við og er á einum hægri støði enn áður seinastu 7 árini. Í 2011 var talið av løntakarum í ávikavist fiskiskapi og fiskiídnaði 389 og 203. Í 2017 vóru samsvarandi tøl 416 og 231.
Tølini fyri 2018 eru ikki tøk á Hagstovuni enn.
Til nr. 2.
Í svari til henda spurning verður hugt at reiðaríum og skipum, sum hoyra til Norðoyggjar innan bólkin nóta- og ídnaðarskip umframt flakatrolarar.
Svarið verður bygt á, hvat var avreiðingarvirðið í 2014, áðrenn núverandi samgonga kom til samanborið við, hvat avreiðingarvirðið var í 2017, sum er tað seinasta heila árið, sum er gjørt upp? Tølini eru frá heimasíðuni hjá Vørn.
Fyrst eru avreiðingartølini fyri nóta- og ídnaðarskip lýst í talvu 2.
Í hesi talvu sæst, at vøksturin er 61% í landingarvirði ella 278 mió. kr. frá 2014 til 2017.
Parturin av øllum avreiðingum í bólkinum, ið hoyrir til Norðoyggjar, var 37% í 2014 og 48% í 2017.
Í hesum sambandi skal tó leggjast afturat, at í dag er eitt størri avgjald á teimum fiskasløgum, sum hesi skip fiska. Í 2014 var eitt veiðigjald samsvarandi 126 mió. kr. fyri allan bólkin “nóta- og ídnaðarskip”. Avgjald og uppboðssølugjald á allan hendan bólkin var í 2017 296 mió. kr. Um sagt verður, at Norðoyggjar hava goldið 37% av avgjaldinum í 2014, svaraði hetta til 47 mió. kr. Í 2017 var samsvarandi tal 48% av øllum avgjøldum á 296 mió. kr. ella 142 mió. kr., ið er áleið 95 mió. kr. meira í avgjaldi og uppboðssølugjaldi fyri Norðoyggjar í 2017 í mun til 2014.
Samanumtikið kann sigast, at landingarvirðið fyri bólkin nóta- og ídnaðarskip var yvir 278 mió. kr. hægri í 2017 í mun til 2014. Avgjaldið var 95 mió. kr. hægri, so samlað var talan um 182 mió. kr. eyka inntøku til Norðoyggjar innan bólkin nóta- og ídnaðarskip.
Á sama hátt sum fyri nóta- og ídnaðarskip kann landingarvirðið gerast upp fyri flakatrolarar í 2014 og 2017.
Her vóru bert tvey skip hoyrandi til Norðoyggjar í 2014 og 2017. Í talvu 3 er avreiðingarvirðið hjá hesum báðum skipum lýst. Her sæst, at tað hevur verið ein vøkstur í avreiðingarvirðinum hjá skipunum, sum hoyra til Norðoyggjar, upp á 25% ella 46 mió. kr. Fyri fiskiskapin í Barentshavinum var einki gjald í 2014. Í 2017 var uppboðssøla, og gjørdist gjaldið samlað fyri allan bólkin 7 mió. kr. Av hesum var umleið helvtin goldin av skipunum hoyrandi til Norðoyggjar.
Sostatt var vøksturin í inntøku til Norðoyggjar umleið 42 mió. kr. frá 2014 til 2017.
Samlaða inntøkan hjá skipunum í bólkunum nóta- og ídnaðarskip og flakatrolarar í Norðoyggjum frá 2014 til 2017 var harvið vaksin við umleið 225 mió. kr.
—
Bólkarnir “trolarar og línuskip” (ofta nevndir bólkur 2 og 3 í heimaflotanum), kunnu lýsast eftir sama leisti við grundarlagi í landingarvirðinum.
Fyri hesar bólkar hevur verið vøkstur í landingarvirðinum frá 2014 til 2017. Í hesi lýsing verður landingarvirðið ikki uppbýtt eftir, hvørt feløgini eru úr Norðoyggjum ella ei. Tó vil eg meta, at feløgini, sum hoyra til Norðoyggjar, ikki hava havt verri ár enn restin av flotanum.
Samlað er landingarvirðið í hesum bólkum vaksið umleið 100 mió. kr. árini frá 2014 til 2017. Í talvu 4 er landingarvirðið hjá bólki 2 og 3 lýst.
Manningarviðurskiftini hava ikki broytt seg frá 2014 til 2017, og mega hýrurnar tí vera vaksnar lutfalsliga eins nógv, sum landingarvirðini eru vaksin.
Til nr. 3.
Eg kann ikki svara heilt ítøkiliga og í smálutum, hvussu JFK/Kósin/Næraberg er skipað.
Í kanning av almennum roknskapum kann tó staðfestast, at JKF, Kósin og Næraberg hava óbeinleiðis felags eigarar, ið eru Hanus Hansen og Næraberg Holding. Seinna felagið er átt av útlendingum.
Hesir eigarar eiga partapening í PF JFK, PF Kósini og PF Næraberg umvegis feløgini sp/f 3. februar 1999, PF H.H. og PF DWF.
Hesi trý feløg, PF JFK, PF Kósin og PF Næraberg, eru eigarar í fleiri feløgum, ið øll reka fiskiskip. PF Kósin rekur harumframt eitt flakavirki.
Aðrir eigarar eiga í feløgum saman við PF JFK, PF Kósin og PF Næraberg. Hesir eru millum aðrar V/gr Føroyagrunnurin, PF Norðoya Íløgufelag og V/gr Norðoyargrunnurin. Einstøk partafeløg eiga harnæst í einstøkum feløgum í samtakinum.
Henda lýsing skal takast við fyrivarni, tí hon er bygd á almennar roknskapir, ið kunnu vera broyttir, síðani vit kannaðu teir seinast. Harnæst kann eg ikki veita trygd fyri, at allir roknskapir, ið kunnu setast í samband við nevndu feløg, eru kannaðir.
Til nr. 4.
Svarið til henda spurning verður grundað á meting um Barentshavið.
Fyri at meta, um virksemið er nógv skert hjá hesum samtakinum, skal samanberast, hvat kvotan hevði verið, um hildið var fram við gomlu lógini (lóg um vinnuligan fiskiskap) samanborið við nýggju skipanina (lóg um fyrisiting av sjófeingi).
Í talvu 5 er samanborið, hvat JFK hevði havt, um útlutingin av rættindum var samsvarandi ásetingum í gomlu lógini (áðrenn 2016). Samlað var heildarkvotan í 2018 27.721 tons. Sambært siðvenju eftir gomlu lógini hevði JFK havt rættindi til 46% av heildarkvotuni ella 12.752 tons.
Sambært nýggju lógini verður ein partur bjóðaðar út á uppboði, og í 2018 vóru tilsamans 4.771 tons bjóðað út á uppboði. Av tí sum var eftir, vóru 46% útlutað til JFK, ið samsvarar við 10.557 tons.
Á uppboðssølu keypti JFK kvotur í 2018, tilsamans 2.141 tons ella 45% av tí, sum var lutað út í 2018 í Barentshavinum.
Samanumtikið kann tí sigast, at kvotan hjá JFK í 2018 er 12.698 tons í mun til 12.752 tons við gomlu skipanini ella 54 tons minni. JFK hevði sostatt havt 46% av heildarkvotuni sambært gomlu skipanini, meðan JFK hevur 45,8% av heildarkvotuni eftir nýggju skipanini í 2018.
Ivasamt er tí, hvørt tað kann vera grundarlag at siga, at JFK velur at selja eitt skip orsakað av broytingum í skipanini av fiskivinnuni.
Hvussu eitt reiðarí velur at disponera, er sjálvsagt teirra val.
Hinvegin so minkaði samlaða kvotan í 2018 í mun til 2017, og væntandi verður aftur ein minking í 2019, tí at útlitini fyri toskastovnin í Barentshavinum ikki eru eins góð, sum tey hava verið áður.
Broytingar í heildarkvotu – eitt nú í Barentshavinum – hava altíð verið. Slíkar broytingar kunnu á ongan hátt setast í samband við fiskivinnunýskipanina.
Til nr. 5.
Svar mítt er bygt á eina meting av landingarvirðinum hjá fyritøkum í Norðoyggjum áðrenn uppboðssølu.
Vit sóu omanfyri, at kvoturnar í Norðoyggjum vóru 37% av samlaða landingarvirðinum í 2014, áðrenn nøkur uppboðssøla var av rættindum. Ikki ber til at meta um samlaða landingarvirðið í 2018, og tí vera tølini frá 2017 nýtt.
Um vit leggja sum fyritreyt, at samlaða landingarvirðið av uppsjóvarfiski í 2017 var 1500 mió. kr., og 25% vóru á uppboði, so gevur hetta 1125 mió. til verandi aktørar. Av hesum verða 37% lutað til Norðoyggjar svarandi til 416 mió. kr.
Fyri Barentshavið eru 46% útlutað til feløg í Norðoyggjum. Landingarvirðið í 2017 var 500 mió. kr. Samlað vóru útlutað 83% av hesum til verandi aktørar, svarandi til 415 mió. kr., 46% av tí eru 190 mió. kr.
Við hesi uppseting verður samlaða virðið 416 + 190 mió. kr. tilsamans 606 mió. kr.
Talið samsvarar við, at góð 30% av øllum føroyskum kvotum verða útlutað til Norðoyggjar. Her er talan um uppsjóvarrættindi og rættindi í Barentshavinum.
Umframt hesi rættindi hava feløg í Norðoyggjum møguleika at keypa fleiri rættindi á uppboði, sum tey eisini hava gjørt seinnu árini.
Til samanberingar í mun til samlaða partin av rættindum kann nevnast, at fólkatalið í Norðoyggjum er umleið 12% av samlaða fólkatalinum í Føroyum.
Til nr. 6.
Útlit hjá øllum reiðaríum og fiskimonnum er altíð sera nógv tengt at fiskaprísum á heimsmarknaðinum, hvussu fiskastovnar eru fyri reint lívfrøðiliga, og hvussu nógv harvið kann veiðast. Harnæst eru viðurskifti, ið ávirka kostnaðar- og útreiðslusíðuna altíð sera avgerandi. Dømi hesum viðvíkjandi eru millum annað oljuprísurin á heimsmarknaðinum og alheims rentustøðið.
Hugsa vit um Norðoyggjar, so er onki, ið talar ímóti, at útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum eru annað enn góð samanborið við onnur øki í landinum. Lutfalsliga stórur partur av rættindum at veiða er latin verandi feløgum í vinnuni so sum vinnufeløgum í Norðoyggjum.
Harnæst er onki, ið talar ímóti, at feløg í Norðoyggjum ikki standa seg í kappingini um keyp av rættindum á uppboðssøluni. Í triðja lagi skal sigast, at mørkini í regluni um miðsavnan eru høg, soleiðis at møguleikar standa opnir at skipa vinnuna í stór feløg, um ynski er til tess.
Í Norðoyggjum hava altíð verið dugnalig vinnulívsfólk, og eg eri sannførdur um, at tey fara at standa seg væl – og at fleiri fara at leggjast afturat í komandi tíðum, sum vilja fáa mest møguligt virði burturúr okkara tilfeingi á sjónum.
Fiskimálaráðið, 8. oktober 2018
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
FYLGISKJØL
Talva 1. Løntakarar í Norðoyggjum (kelda: Hagstovan)
Løntakarar | Fiskiskapur | Fiskavøruídnaður |
2011 | 389 | 203 |
2012 | 389 | 205 |
2013 | 367 | 202 |
2014 | 392 | 222 |
2015 | 385 | 214 |
2016 | 398 | 219 |
2017 | 416 | 231 |
Talva 2. (kelda: Vørn)
2014 | 2017 | Vøkstur | |
Næraberg | 70.308.606 | 93.898.046 | 34% |
Chr. í grótinum | 109.435.983 | 167.158.751 | 53% |
Norðborg | 209.462.365 | 247.831.751 | 18% |
Slættaberg | 67.181.340 | 18.338.341 | -73% |
Norðingur | 0 | 117.720.282 | |
Borgarin | 0 | 89.246.466 | |
Íalt Norðoyggjar | 456.388.294 | 734.193.637 | 61% |
Øll skip í bólkinum | 1.222.328.418 | 1.526.356.969 | 25% |
Partur í Norðoyggjum | 37% | 48% |
Talva 3. (kelda: Vørn)
2014 | 2017 | Vøkstur | |
Gadus | 123.326.259 | 143.845.025 | 17% |
Sjúrðaberg | 61.459.664 | 86.512.149 | 41% |
Íalt | 184.785.923 | 230.357.174 | 25% |
Øll skip í bólkinum | 372.509.954 | 493.808.523 | 33% |
Partur í Norðoyggjum | 50% | 47% |
Talva 4. (kelda: Vørn)
2014 | 2017 | Vøkstur | |
Bólkur 2 | 499.670.902 | 537.017.939 | 7% |
Bólkur 3 | 174.394.012 | 236.182.995 | 35% |
Íalt | 674.064.914 | 773.200.934 | 15% |
Talva 5. (kelda: Vørn)
Tons | Gamla skipanin | Nýggja skipanin |
Kvota | 27.721 | 27.721 |
Uppboðsárskvota | 721 | |
Sølukvota | 4.050 | |
Uppboð | 4.771 | |
Verandi | 27.721 | 22.950 |
JFK | 46% | 46% |
Íalt | 12.752 | 10.557 |
JFK keypt á uppboð | ||
1. Søla (1 ár NO) | 393 | |
2. Søla (1 ár RU) | 1.195 | |
3. Søla (1 ár SV) | 151 | |
4. Søla (3 ár RU) | 97 | |
5. Søla (8 ár NO) | 101 | |
6. Søla (8 ár RU) | 204 | |
Íalt keypt JFK | 2.141 | |
Prosent JFK | 45% | |
Íalt JFK | 12.752 | 12.698 |