Lýsing

Annita setur spurning um viðlíkahald av brúgvum

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen

Orsakað av manglandi viðlíkahaldi, eru so nógvar brýr í so ringum standi, at tær kunnu væntast at skrambla saman um stutta tíð. Hetta upplýsir Landsverk í tíðindaskrivið.

Ein kanning, sum Landsbyggifelagið hevur gjørt fyri Landsverk, vísir, at 32 brýr kring landið eru í so ringum standi, at tær eru í bólki 4.  Tvs, at tær eru í vanda  fyri at stongja, um onki verður gjørt heilt skjótt. Til samanberingar kann nevnast, at um hesar brýr koma í bólk 5, so verða tær stongdar.

Orsøkin til vantandi viðlíkahaldið er, at politiski myndugleikin í alt ov nógv ár, hevur latið staðið til, meðan hesar brúgvar eru slopnar at fara í órøkt.

Fyri at tryggja, at ongin brúgv fer at stongja vegna vantandi viðlíkahald, seti eg fram soljóðandi spurningar:

 

  1. Hvørjar av hesum 32 brúm, eru tær mest traffikeraðu brúgvar í landinum?
  2. Hvat kostar tað umleið at gera tað neyðuga viðlíkahaldið, so hesar brúgvar koma á nøktandi støði aftur.
  3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at hesar brúgvar yvir eitt rímiligt áramál verða viðlíkahildnar?
  4. Er nøkur ætlan, sum tryggjar, at ongin brúgv stongir komandi árini?

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad