Størri frílendisætlan er nú gjørd fyri Havnardal, har tað verður latið upp fyri enn størri møguleikum hjá fólki at njóta náttúruna og friðin.
Økið, talan er um, er ovari partur av Havnardali, frá vatnbyrgingini inni í Havnardalsbotni og oman til brúnna um Sandá við landsvegin. Tórshavnar kommuna og Skógfriðingarnevndin samstarvaðu í sjeytiárinum um at fáa til vega eitt størri samanhangandi øki til gróðurroyndir. Kommunan játtaði at lata skógfriða eitt øki burturav Álakershaganum, matr. nr. 1160a. Í 1974 varð lisið skógfriðingarbræv uppá ein part av Álakershaganum, uml. 283.000 fermetrar ella uml. 28 ha. Økið liggur millum Sandvegin , Sandá, vatnbrunnin í Havnardali, og vegin frá vatnbrunninum um gomlu ruskstøðina aftur til Sandvegin.
Stikað og byrjað at gróðurseta varð í 1975. Seinni er velt, drenað og plantað meiri. Seinastu 5 árini eru 1,3 km av góðum lendisgøtum skipaðar. Skógrøktin og Tórshavnar kommuna hava staðið fyri arbeiðinum.
Økið verður nógv vitjað allar tíðir av árinum, og góðveðursdagar er heilt fitt av fólki á staðnum, og er tað eitt yndað summarútferðarstað hjá borgarum at hugna sær niðri við ánna.
Góðar lendisgøtur eru gjørdar fram við Sandá og gjøgnum Flatnahaga. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti fyri góðum ári síðani at gera eina skipanarætlan fyri Havnardal, við atliti til skógfriðing, gróðurseting, atkomuviðurskiftum og frítíðarupplivingum.
Skipanaruppskotið er nú gjørt og byggir á:
- Lýsing av økinum; ið inniber verandi skipan, dygdir, ábøtur og tørv í dag.
- Framtíðar menning; at styrkja um verandi dygdir, økja um náttúru margfeldið og nýggjar náttúru upplivingar.
- Heildar lýsing av økinum; sambond og víðkan av gøtukervinum, øki til uppihald og ressingar, framtíðar gróðurseting og menning av viðarlund og eina yvirskipaða ætlan í stigum.
Økið í Havnardali er sera fjølbroytt, tað er samansett av ymiskum blandaðum virksemi og harvið ymiskum brúkarum. Alt frá rossa-, síla-, traðarfólkum, skótum, barnagørðum og øðrum vitjandi.
Sjálvt lendið er serstakt við morenu heyggjum, vátlendisfløtum, mýrulendi, traðum, eini skógfriðaðari viðarlund við nálatøum og runnum, smáum gøtum og ánni Sandá, ið greinar seg gjøgnum lendið. Hesin fjølbroytti lendisskarin ger, at økið hevur nógvar góðar dygdir og menningarmøguleikar, ið eru týðandi fyri skipanina av økinum. Og hinumegin Sandá er stórt landbúnaðarvirksemi.
Á íløgukarminum fyri 2019 varð játtan sett av til hetta arbeiðið, og hevur byggi- og býarskipanarnevndin samtykt at fara undir fyrstu stigini, ið nú verða gjørd. Farið verður undir nýggja gróðurseting, sum styðjar uppundir verandi viðarlund, og sum samstundis virðir serstaka landslagið í dalinum. Hetta verður gjørt við at stika, veita, velta og síðani verður byrjað uppá nýggju gróðursetingina. Víðkað verður um gøtukervið og atgongd skapt til størri part av økinum. Portur og fleiri beinkir verða fram við gøtunum.
Havnardalur er eitt av fleiri størri fríøkjum í Tórshavnar kommunu, sum verður sera nógv vitjað og brúkt allar ársins tíðir. Málið kemur fyri í býráðnum hóskvøldið.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og
forkvinna fyri byggi- og býarskipanarnevndina.