Lýsing

Sterka støðan í Suðurstreymoy skal verjast og mennast

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund mikukvøldið 27. mars 2019 í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fyrri parturin av skránni var skipanarligi parturin; frágreiðing, roknskapur, val av nevnd og varafólki.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag brynjar seg til valstríð. Arbeiði at verja og staðfesta sterku støðu floksins í Suðurstreymoy er altíð ein avbjóðing, og sjálvandi mugu vit økja um atkvøðutalið, og vit skulu sum flokkur eisini tora at verja og arbeiða fyri menning í Suðurstreymoy, sigur Emil Hermansen.

Økisfelag Tjóðveldis í Suðurstreymoy er í tí støðu, at hava fólkavaldar limir bæði í Tórshavnar Kommunu og í landsins stýri, umframt sterka umboðan á tingi.

Nevndin skipaði seg stutt eftir aðalfundin:

Emil Hermansen formaður,
Vigdis johannesen næstforkvinna,
Torbjørn Jacobsen kassameistari,
Solrun stefanson, skrivari
Katrin kallsberg nevndarlimur

Dánial Jákup Jakobsen, varalimur
Edvard Bjarnason, varalimur

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad