Lýsing

Spurningur um kostfakligu útbúgvingarnar

Sirið Stenberg setur Bjørn Kalsø munnligan fyrispurning viðvíkjandi næmingum til kostfakligu útbúgvingarnar. Spurningurin skal svarast á tingfundinum í morgin

 

1. Hvussu nógvir næmingar eru í gongd við útbúgving sum kost og føðsluatstøðingar?

2. Er nøkur miðvís ætlan løgd fyri at tryggja, at vit hava nokk av útbúnum starvsfólkum innan kostfakliga økið?

Viðmerkingar
Kostfakligur førleiki er neyðugur fyri at geva dygdargóða tænastu til fólk, sum eru innløgd, búgva á eldrabústovnum, í mun til serligar sjúkur og í veruleikanum til flest øll fyri at tryggja og menna fólkaheilsuna.

Sum skilst er ikki altíð lætt at fáa útbúgvið fólk til ymisku køkarnar. Samstundis sum tørvurin er vaksandi á fólki við kostfakligum førleikum, og nógv hoyrist um vaksandi tal á fólki við sjúkum, knýttar at kostinum, so hoyrist ikki so nógv um, hvussu hesir útbúgvingarmøguleikar verða troyttir her á landi.

Vit eru serliga seinastu tíðina gjørd varug við, at føðslutrot er ein vaksandi heilsuligur trupulleiki, og at neyðugt er at raðfesta økið frá politskari síðu. Sostatt eigur her at vera nógv at vinna bæði í mun til økt útbúgvingarpláss og betri heilsu, um kostfakligu útbúgvingarnar verða raðfestar

Á Løgtingi, 9. desember 2014
Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad