Lýsing

Ferðasambandið til Mykines vetrarhálvuna

Høgni Hoydal vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat hendur við ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna

Munnligur fyrispurningur Til Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna

  1. Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – og hví er tað skipað so?
  2. Hví er ferðasambandið og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – bæði sjóvegis og við tyrlu – munin verri enn til aðrar oyggjar vetrarhálvuna?
  3. Heldur landsstýrið, at tað kann góðtakast, at Mykinesfólk ikki hava sama grundleggjandi ferða- og flutningssamband sum onnur pláss í landinum?
  4. Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at tryggja eitt javnsett og dagført ferða- og flutnings-samband til Mykines vetrarhálvuna?

Viðmerkingar

Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini.

Men vetrarhálvuna vendist álvarsliga í holuni hjá mykinesfólki. Tá er tað eins og Mykines gerst “tann gloymda oyggin”.

Og fyri mykinesfólk og tey, ið hava tilknýti til oynna ella vilja vitja, er ferða- og flutningssambandið vetrarhálvuna munandi verri enn til allar aðrar oyggjar í landinum:

  • Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar).
  • Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband til høvuðsstaðin, men flúgvast má til og frá flogvøllinum í Vágum.

Talan er sostatt um munandi vanbýti fyri mykinesfólk, tá tað snýr seg um eina so grund-leggjandi tænastu sum ferða- og flutningssamband. Ikki bert í mun til størru plássini í landinum, men eisini í mun til aðrar útoyggjar.

Tað tykist sum samferðslan til Mykines er bert løgd til rættis fyri útlendsk ferðafólk og vitjandi á sumri, men als ikki fyri fólkið í oynni.

Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera til tess at rætta hendan ójavna og at tryggja eitt dagført ferða- og flutningssamband til Mykines.

Á Løgtingi, 9. desember 2014

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad