Á tingfundinum í morgin, vil Bjørt Samuelsen hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um merking av føroyskum matvørum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi tryggari merking av matvørum
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at fáa nútíðarhóskandi merking av matvørum, sum seldar verða á heimamarknaðinum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg?
2. Hvussu langt er komið ávegis við at dagføra føroysku kunngerðina um merking av matvørum, so brúkarin kann vita, hvat innihaldið er í einari samansettari matvøru?
Viðmerkingar
Tey eru mong, sum hava ovurviðkvæmi av ymiskum slagi, og fyri hesar borgarar hevur tað serliga stóran týdning, at merkingin av matvørum er í lagi. Hetta tí tað kann fáa álvarsamar avleiðing at eta mat, tey ikki tola. Tað kann vera ovurviðkvæmi fyri mjólk, gluten, nøtum, eggum ella øðrum evnum, sum eru vanligt innihald í samansettum matvørum.
Men í mun til hetta er føroyski brúkarin í stóran mun sleptur uppá fjall. Kunngerðin, sum ásetir krøv til merking av matvørum til føroyska heimamarknaðin, er gomul. Tað er avmarkað, hvørji krøv hon setir til, hvussu matur skal merkjast, og ein røð av undantøkum eru. Stórur partur av matvørunum á føroyska marknaðinum eru lítið ella als ikki merktar. Nøkur jalig undantøk eru tó, tíbetur.
Eitt nú fevnir kunngerðin ikki um merking av teimum mongu íblandingarevnunum, sum eru í matinum. Heldur ikki er krav um at merkja soleiðis, at brúkarin beinanvegin sær, hvørt matvøran inniheldur sonevnd allergenir (andelvi), sum elva til ovurviðkvæmi. Hinvegin fylgja føroyskar matvørur til útflutnings munandi strangari krøvum.
Eisini er sera trupult hjá brúkarum at fáa neyðuga kunning um innihaldið í breyði, øðrum bakaravørum, lidnum døgurðarættum, viðskera v.m., sum verða seld umvegis disk, og ikki eru merktar.
Í svari uppá fyrispurning frá spyrjaranum um sama evnið í apríl 2013 lovaði landsstýrismaðurin, at gera nakað við støðuna.
Á Løgtingi, tann 8. desember 2014
Bjørt Samuelsen