Lýsing

Gunvør spyr um Marknagilsdepilin

Á tingfundinum í morgin setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, viðvíkjandi byggiverkætlanini Marknagilsdepilin

1. Fylgir byggingin av Marknagilsdeplinum tíðar- og kostnaðarætlanini?

2. Kemur samlaða játtanina upp á 515 mió. kr. at halda?

3. Er tilgongdin at selja bygningarnar í Smiðjugerði og Handilsskúlabygningin byrjað?

4. Verður skúladepilin klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016?

Viðmerkingar:
Sambært fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti eru 85 mió. kr. settar av til byggiverkætlanina í ár, 155 mió. kr. fyri 2015 og 108,5 mió. kr. í 2016. Sum skilst, hevur játtanin higartil ikki verið nýtt til fulnar, og tí hevur peningur verið støðlaður á hvørjum ári. Men í vár frættist, at neyðugt verður við størri játtan í 2015 enn tað, ið er sett av, tí hetta árið fara flestu útreiðslur at fella. Tí ynskti Landsverk at flyta játtan fram frá 2016 til 2015. um tíðarætlanin skuldi halda.

Talan er um Føroya størstu byggiverkætlan, tí hevur tað stóran almennan áhuga, um og hvussu avsetti peningurin samsvarar við faktiska tørvin, so hvørt byggingin fer fram, og hvussu samlaða kostnaðarmetingin fer at samsvara veruleikanum.

Á Løgtingi, 9. desember 2014

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad