Á tingfundinum í morgin við Gunvør Balle m.a hava at vita frá johan Dahl, hvussu langt arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur er komið
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi kreativum vinnum
1. Hvussu langt er arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur komið?
2. Hvørjar kreativar vinnugreinar verða fevndar í politikkinum?
Viðmerkingar:
Í byrjanini av 2014 samtykti Løgtingið, at “heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um uppskot til heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Nú er skjótt eitt ár liðið og viðkomandi at spyrja, hvussu langt hetta arbeiðið er komið áleiðis.
Á Løgtingi, 9. desember 2014
Gunvør Balle