Lýsing

Páll spyr um Skiparaútbúgvingina

Páll á reynatúgvu vil hava at vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini. Spurningurin er settur sum ein § 52a spurningur, og skal svarast skrivliga

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um ov lítla luttøku á Skiparaútbúgvingini, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini?
2. Er møguleiki fyri at broyta kravið um siglingstíð, so fleiri næmingar sleppa á skiparaskúla?
3. Í hvønn mun ávirkar tað Vinnuháskúlan, at eingin skiparaflokkur verður eftir nýggjár?

Viðmerkingar
Tað frættist í miðlunum, at tilgongdin av næmingum til skipara er ógvuliga lítil, og at vandi er fyri, at eingin skiparaflokkur verður á Vinnuháskúlanum eftir nýggjár.

Hjá eini siglandi tjóð er hettar einki minni enn álvarsligt. Sum skilst, eru herdu krøvini til siglingstíð ein av orsøkunum til lága talið av umsóknum. Av tí at málið hevur skund verður heitt á landsstýrismannin at svara skjótast gjørligt.

Á Løgtingi, 16. desember 2014

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad