Lýsing

Eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk

Allir borgarar landsins eiga at kenna seg tryggar í, at um teir fá tørv á heilsuhjálp, so fáa teir tað – skjótt, gott og ókeypis. Vit loysa ongar avbjóðingar á sjúkrahúsverkinum, við at leggja okkum í danskar skipanir um viðgerðartrygd, tí við tí er vandi fyri, at vit úthola okkara egnu sjúkrahús.

Eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk er ein av grundsúlunum undir einum og hvørjum modernaðum samfelagið. Fremsta uppgávan hjá heilsuverkinum er at tryggja eitt dygdargott heilsutilboð og hóast læknavísindin mennist, vitanin økist, og tilboðini til ymsu sjúkurnar broytist, eiga vit, í tann mun tað er læknaliga forsvarligt, at bjóða hesar viðgerðir í Føroyum.

Sjálvandi eiga allir borgarar, ið hava tørv á læknahjálp, at fá hesa so skjótt og gott sum til ber.

Nakrir av hinum flokkunum hava ført fram í fólkatingsvalstríðnum, at vit ikki hava nóg góðar møguleikar fyri at menna eitt nútímans heilsuverk, og tí skulu sjúklingar undir eina danska skipan um viðgerðartrygd. Hetta er tó eftir mínum tykki ikki forsvarligt. Tí ein donsk skipan um viðgerðartrygd viðførir millum annað, at okkara egnu sjúkrahús helst bert blíva til skaðastovur, uttan tær læknafakligu grundsúlur, sum vit í dag øll njóta gott av, tá ið neyðin er størst.

Kommunulæknar eru avgerandi

Um vit hyggja eftir víðarmenning av okkara egna heilsuverki, mugu vit byrja við fyrsta liðnum – kommunulæknunum.

Okkara heilsuverk byggir á skipanina við kommunulæknum og sjúkrahúsverki. Borgarin setur seg vanliga fyrst í samband við sín kommunulækna fyri at fáa kanningar og viðgerð. Í teimum førum, har kommunulæknin metir at borgarin hevur tørv á at verða kannaður víðari á sjúkrahúsi, vísir kommunulæknin sjúklinginum viðari. Kommunulæknin er sostatt tann, ið tekur støðu til, um borgarin skal sendast víðari.

Í teimum førum, har borgarin er fyri akuttum hendingum vendir hann sær sjálvandi til læknavaktina ella 112, og víðari viðgerð verður veitt tann vegin.

Fyri at tryggja øllum borgarum eitt gott og skjótt heilsutilboð er atkomuligheitin hjá fólki til kommunulækna av stórum týðningi. Tað er alneyðugt at tryggja nóg nógvar kommunulæknar í Føroyum, so at øll fólk hava sín egna fasta kommunulækna.

Tað er við at tryggja dygdina, at tað ikki eru ómannaði kommunulæknastørv, ella kommunulæknastørv, ið eru mannað av skiftandi avloysarum. Bulurin í okkara heilsuverki er jú sambandið við okkara egna, fasta kommunulækna.

Føroyska heilsuverkið hevur seinnu árini útbúgvið fleiri kommunulæknar, men hóast hetta hava avbjóðingar verið at manna øll kommunulæknastørvini. Hetta er ein avbjóðing, sum verður tikin í størsta álvara. Ein liður í at tryggja eitt dygdargott heilsutilboð til allar borgarar er eisini at tryggja atkomiligheitina til kommunulækna.

Munandi fleiri serlæknar

Ein annar liður í hesum er at tryggja eitt nøktandi tal av serlæknum í heilsuverkinum. Hetta fyri at halda bíðitíðina so stutta sum gjørligt, og eisini tryggja so nógvum borgarum, sum læknaliga forsvarligt, viðgerð í Føroyum.

Tá tað ræður um at gerast frískur kann landið viðgerðin fyrigongur í tykjast undirordnað, ja sjúklingar ferðast gjarna langt um tað er neyðugt. Men, tað er sera møtumikið bæði at vera sjúkur og at noyðast at vera langt heiman, eisini at noyðast at ferðast ímillum lond til viðgerðir. Tað er tí av stórum týðningi at vit veita so nógvar viðgerðir, sum tað er læknafrøðilga forsvarligt í egnum landi. Serlæknapuljan hevur gjørt góðan mun her, men enn er nakað á mál.

At føroysk læknalesandi eftir loknan lestur hava fingið framíhjárætt til sokalkaðu KBU-plássini í Føroyum hevur eisini verið eitt framstig. Tað er sjálvsagt at vit ikki kunnu veita allar viðgerðir í Føroyum, men málið er at veita tær viðgerðir, sum læknafrøðiligt er forsvarligt her í landinum. Tað er ein stórur fyrimunur hjá sjúklingum at fáa viðgerðina í egnum umhvørvi og kunna samskifta við læknar og onnur heilsustarvsfólk um sína støðu á móðurmálinum.

Tá tað ræður um viðgerðartrygd meti eg tað vera rættast at nýta mest møguliga orku at tryggja føroyingum dygdargóða heilsubót í Føroyum, men sjálvandi senda teir sjúklingar, sum hava tørv á tí, av landinum til serviðgerð

Vit eru eitt av ríkastu londum í heiminum. Vit megna eisini at taka okkum av okkara sjúku. Sjálvandi.

Katrin Kallsberg, valevni fyri Tjóðveldi

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad